
Flyta heim til Føroya
Flutningstilboð og flytivegleiðing
Skalt tú flyta heim aftur til Føroya eftir fleiri ár í útlegd, so eru nógv viðurskifti, tú skalt hava greiðu á.
Flutningstilboð
Saman við Faroe Ship bjóða vit tær bíligari flutning av tínum flytigóðsi og eisini bíligari flutningstrygging.
Vit viðmæla altíð, at tú tryggjar flytigóðsið við eini flutningstrygging, tí skaðar kunnu koma av samanstoyti, stuldri, eldi, um skipið strandar, ferðsluvanlukku, viðferðsskaða og øðrum.
Tilboð á bingju
- Kbh - Tórshavn xx.xxx krónur. (spar xxxx kr.)
- Aalborg - Tórshavn xx.xxx krónur. (spar xxxx kr.)
- Aarhus - Tórshavn xx.xxx krónur. (spar xxxx kr.)
Eykagjøld
Eitt møguligt eykagjald á xxx kr. verður lagt á, um flytigóðsið skal uttanfyri Tórshavn.
Tilboð á flutningstrygging
- 50% í avsláttri á flutningstrygging, um tú bókar umvegis formularin niðanfyri. Vanligur prísur fyri flutningstrygging er 0,4% av tryggingarvirðinum. Tín prísur verður 0,2%).
Útfyll formularin niðanfyri, so senda vit tær ein endaligan prís.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
