Søk hjá okkum

Skalt tú undir at skriva høvuðsuppgávu, bachelor, kandidat ella aðra stóra uppgávu í samband við lesnaðin, kanst tú søkja um at skriva uppgávuna um viðurskifti hjá Betri Trygging.

Hvat vænta vit av tær?

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert íðin eftir at læra og tú dugir væl at skipa arbeiðið.

Tú kanst eitt nú lesa:

  • KT-verkfrøði
  • Løgfrøði
  • Fíggjarbúskap
  • Samfelagsfrøði
  • Framleiðslutøkni
  • Innovatión og íverksetan
  • Marknaðarførslubúskap
  • Byggifrøði
  • HR
  • Bilmekanikara
  • Diplom í leiðslu
  • Hava vit gloymt okkurt fakøki? Lat okkum frætta.
Vit kunnu bjóða tær:
  • Ein mentor/vegleiðara
  • Dáta til tína uppgávu, eina case
  • Eitt stað at sita
  • Kantinu
  • Fitnesshøli
Vinn-vinn

Fyrimunurin fyri teg er, at tú fært data, vegleiðara og hjálp til uppgávuna.

Fyri okkum er tað gott at fáa nýggjastu vitanina í húsið og at fáa fólk inn, sum seta spurnaðartekin og kanna okkara viðurskifti. Vitanin, sum kemur fram í uppgávuni, kann jú eisini koma okkum til góðar.

Hvussu skalt tú søkja?

Send ein teldupost til starv@trygging.fo og greið okkum frá tínum faki, hvat tað er fyri ein uppgáva, hvat tú kundi hugsað tær at skrivað um – og aðrar viðkomandi upplýsingar. Ivast tú í onkrum, mást tú endiliga ringja til okkara á 348 600 og fáa eitt prát við HR-deildina um títt fak, hvørji evni kundu verið viðkomandi at skrivað um og so víðari.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.

348600

Send teldupost