
Arbeiðstøku-trygging
Tá tú skalt byggja ella umbyggja
Skalt tú undir at byggja, umbyggja ella byggja uppí?
So er skilabest at tryggja teg væl. Tað gert tú best við einari Arbeiðstøkutrygging.
- Arbeiðstøkutryggingin fevnir um sjálva arbeiðstøkuna, altso tað, sum gjørt ella bygt verður.
- Hartil fevnir hon um verandi bygning, um tú skalt byggja uppí ella byggja um.
- At enda er hon ein ábyrgdartrygging, ið fevnir um tína ábyrgd í sambandi við arbeiðstøkuna.
Tryggingin er ætlað byggiharrum – teimum, sum eiga tað, ið verður bygt ella umbygt.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Aðrir partar av arbeiðinum – hvørji tilval tørvar tær?
Um tú skalt spreingja í sambandi við arbeiðið, skal serstøk spreingitrygging teknast afturat tíni arbeiðstøkutrygging.
Skulu størri monteringsarbeiði gerast, er skilagott at tekna eina montagutrygging.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.