Sjálvboðin umsókn

Í Betri Trygging hava vit javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum.

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, tínum royndum og møguligari útbúgving, og hví tú vilt arbeiða í Betri Trygging.

Umsókn og lívsrensl (CV) kann sendast til hr.trygging@betri.fo.

Vit goyma allar umsóknir í 6 mánaðar.