Børnini eru tað virðismesta, vit hava. Kortini eru mong, sum gloyma at tryggja børnini, hóast bæði bilurin og innbúgvið eru væl tryggjað.

Her hava vit savnað nøkur góð ráð til, hvussu tú kanst fyribyrgja, at børnini fáa skaða. Soleiðis kunnu tit øll kenna tykkum tryggari.

 

Børn í ferðsluni

Børn eru spontan. Í ferðsluni skulu vit tí altíð vænta tað óvæntaða av børnunum. Tá børn fara í skúla, eru tey ikki heilt før fyri at ansa sær í ferðsluni. Tey duga illa at hugsa um fleiri viðurskifti í senn og at meta um ferð og frástøðu. Tí skulu vit øll vísa børnunum serligan ans í ferðsluni - serliga tá tað er myrkt.

 

Góð ráð um børn í ferðsluni

Góð ráð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um børn í ferðsluni

Tá ið børn fara í skúla fyrstu ferð, mást tú sum foreldur ella avvarandi saman við børnunum finna tryggastu leiðina í skúla og læra børnini at bera seg rætt at í ferðsluni. Stytsta leiðin er ikki altíð tryggasta leiðin. Fylg tí børnunum í skúla teir fyrstu skúladagarnar. Vís teimum allar hugsandi ferðsluvandar á leiðini og lær tey tær einfaldastu ferðslureglurnar. Far ein túr afturat, tá heystið kemur, og tey skulu ganga teinin í myrkri.

Tosa við børnini um, at hóast tey síggja bilin, sær bilførarin ikki tey í myrkrinum. Brúka tí altíð endurskinsvest, tá ið veturin kemur, og tað er myrkt um morgunin og seinnapart. Ger endurskinsvestin til ein líka natúrligan part av skúlaútgerðini sum skúlataskan, matpakkin og pennahúsin.

Góð ráð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um børn í ferðsluni:

  • Er gongubreyt, lær børnini at ganga har og ikki á vegnum.
  • Er eingin gongubreyt, bið tey tá ganga ímóti ferðsluni so uttarlaga í vegjaðaranum, sum tilber.
  • Lær tey altíð at steðga á og hyggja báðar vegir, áðrenn tey fara út á vegin.
  • Er gonguteigur, lær tey so altíð at brúka hann, tá tey skulu tvørtur um vegin.
  • Skulu tey tvørtur um vegin, er best at fara har, sum vegurin er beinur, og sýnið er gott.
  • Bið tey ansa serliga væl eftir, tá tey fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella aðrastaðni, har tey ikki síggjast væl.
  • Lær tey at ganga kvikliga tvørtur um vegin heldur enn at renna.
Hvat sigur lógin um trygdarbelti?

Øll í bilinum skulu vera fastspent. Tað er ábyrgd førarans, at ferðandi undir 15 ár eru fastspent við rættari útgerð.

Børn undir 135 cm skulu vera fastspent í góðkendari trygdarútgerð, hóskandi til hædd og vekt. Tað kostar eitt klipp í koyrikortið, um ferðandi undir 15 ár ikki er íspentur, ella um børn undir 135 cm. ikki eru fastspent í góðkendum trygdarútbúnað, hóskandi til hædd og vekt.

Góð ráð um trygdarbelti og um børn í bilinum

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ein hópin av góðum ráðum um trygdarbelti og børn í bilinum. Sí fleiri ráð her.

Góð ráð um endurskin

Tað hevur stóran týdning, at tú nýtir endurskin, tá tú ferðast í ferðsluni í myrkri. Hetta hevur serliga týdning um veturin, tá myrkt er stóran part av døgninum. Nýt tí endurskin á klæðunum ella taskuni.

Endurskin eru at fáa í nógvum ymiskum sniðum (t.d. leyst hangandi, endurskinsvestar ella bond at festa um armar og bein).

Endurskin eiga at verða viðlíkahildin við vaski av og á. Men eftir eini tvey ára nýtslu, eiga tey at verða endurnýggjað. Tá eru tey farin at slítast og virka tí verri.

  • Hvar skulu endurskinini sita?
    Endurskinini skulu sita so lágt sum gjørligt, so at billyktirnar raka tey. Tey eiga at vera sjónlig frá øllum síðum. Ansa eftir, at taskur, turriklæði v.m. ikki koma fyri endurskinini. Tað er eitt gott hugskot eisini at seta endurskin á skógvar, taskur, barnavognar og hundin.
  • Leys endurskin
    Leyst endurskin skal hanga í einum bandi, so tað sveiggjar frítt aftur og fram, tá tú gongur ella rennur. Tað er best at hava eitt endurskin hangandi á hvørjari síðu. Tú kanst t.d. festa tey í jakkalumman, men ansa eftir, at tey ikki seta seg føst í jakkan og tí ikki síggjast.
  • Endurskin á buksunum
    Endurskin á buksunum eru ein góð loysn, tí tey eru sjónligari enn leys endurskin, sum hanga á klæðunum. Leys endurskin kunnu festa seg í jakkan ella sveiggja, so bilførararnir ikki síggja tey alla tíðina. Á buksurnar ber til at seyma endurskinsbond ella at nýta endurskin, sum verða spent um beinini. Tað hevur stóran týdning, at hesi síggjast úr øllum ættum.
  • Endurskinsvestar
    Endurskinsvestar eru eisini ein góð loysn. Børn eru í lyktahædd, og tí síggjast tey væl, um tey eru í einum endurskinsvesti. Men eisini hjá vaksnum eru vestarnir hentir. Tað er ein góður siður at lata seg í ein endurskinsvest uttan á klæðunum, tá farið verður ein gongu- ella rennitúr.

Ferðslutrygd hevur seinastu árini saman við Betri Trygging latið øllum næmingum í fyrsta flokki ein endurskinsvest um heystið. Í 2008 fingu allir barnagarðar og dagstovnar kring landið endurskinsvestar frá Ferðslutrygd og Betri Trygging.

 

Børn í ferðsluni

Í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd hava vit gjørt ein bókling, sum vísir, hvussu vit best kunnu læra børnini at ferðast trygt í ferðsluni. 

 

Børn í bilinum 

Í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd hava vit gjørt ein bókling, sum vísir, hvussu børnini kunnu vera trygg í bilinum.

 

Børn og heimið 

Sum foreldur hava vit ábyrgdina av at tryggja, at børnini ikki eru í vanda fyri óhappum ella vanlukkum.

Tíbetur kunnu flestu óhapp og vanlukkur í heiminum fyribyrgjast, um vit bara hugsa okkum um.

 

Góð ráð um børn og heimið

Barnatryggjað heimið

Barnatryggja øll vindeygu í teimum rúmum, har barnið oftast er. Hetta er eisini galdandi fyri vindeygu, sum tú oftast letur upp, fyri at lufta út.

Lær barnið at ganga í trappum. Avbyrg trappurnar, til barnið trygt dugir at ganga í trappunum.

Kannað, at allur ravmagnsútbúnaðurin eru í lagi og barnatryggja allar stikkkontaktir.

Gang runt í heiminum og tak burtur alt í barnahædd, sum barnið ikki skal hava hendur á, t.d. smá battarí, plastikkposar v.m.

Baðirúmi

Lat ongantíð barn títt vera einsamalt í baðikarinum. Smá børn kunnu skjótt drukna í so lítið sum 2. cm. djúpum vatni.

Vend ongantíð ryggin til títt barn, tá tað liggur á skiftiborðinum.

Set heilivág og reingerðarevni á eitt stað, har barnið ikki sleppur til. Størsta orsøk til eitran er pínustillandi heilivágur, vitaminir og sovitablettir.

Køkurin

Nýt aftastu kókipláturnar og lat ongantíð handtak frá grýtum koma út yvir kantin á ovninum.

Ovnur, vaskimaskina og líknandi skulu barnatryggjast, soleiðis at neyðugt er at nýta tvær hendur at lata upp.

Hav ikki dúk á borðinum og ansa eftir heitum drekkivørum.

Aldursvarandi leikur

Syrg fyri at leikur eru egnaðar til aldurin hjá barninum og at smálutir á leikunum eisini passa til aldurin hjá barninum. Smálutir kunnu verða lívshættisligir, um barnið koyrir teir í munnin.

 

Børn, sum eru einsamøll heima

Nógv børn eru javnan einsamøll heima - til dømis eftir skúlatíð, áðrenn foreldrini fáa frí.

Her eru nøkur góð ráð til, hvat tú eigur at hugsa um, tá børnini eru einsamøll heima, so tit øll kunnu kenna tykkum tryggari.

 

Góð ráð um børn, sum eru einsamøll heima

Lær barnið at vera einsamalt við hús

Tryggja tær, at barnið dugir at ganga einsamalt t.d. í og úr skúla. Tryggja tær eisini, at barnið dugir at vera einsamalt heima. Ven við barninum, so tað kennir seg trygt, tá tað er einsamalt bæði uttan- og innanfyri heimið.

Ven við barninum, hvussu tað skal gera í ymsu støðunum, sum kunnu henda, tá ið barnið er einsamalt. Lær barnið:

  • At fara til ein vaksnan og spyrja um hjálp.
  • Tykkara navn, adressu og telefonnummur.

 

Skriva upp týðandi upplýsingarnar

Skriva upp tær mest týðandi upplýsingarnar, sum barninum tørvar; legg hetta í skúlataskuna og hong tað upp í heiminum. So veit barnið, hvar tað skal hyggja – tá fjáltur kemur á, er lætt at gloyma.

Børn og tannskaðar

Her eru nøkur góð ráð, um óhappið skuldi hent:

Sissa barnið

  • Vaska munnin varisliga
  • Hygg bæði í yvir- og undirmunn
  • Goym úrslignar tenn ella stór petti í mjólk ella saltvatni. Set teg í samband við tannlæknan.
  • Boða tryggingini frá, tá skaðin er hendur

Les meira í faldaranum um tannskaðar her.

Ein tannskaði kann vera sera dýrur. Hetta kemur ofta óvart á foreldur. Men barnavanlukkutryggingin kann veita endurgjald fyri tannskaðar – eisini, um skaðin ikki vísir seg fyrr enn seinni. 

Tenn

Eru børnini tryggjað?

Um ikki, so ber til at tekna eina Barnavanlukkutrygging. Tryggingin fevnir um skaðar, sum børn fáa av vanlukku. Tryggingin er galdandi alt samdøgrið og er ætlað børnum í aldrinum 0 til 18 ár,  Soleiðis kunnu tit øll kenna tykkum tryggari. 

Les meira 

Børn
Mín Trygging

Tínar tryggingar á einum stað

Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:

  • Stundislig fráboðan
  • Møguligt at senda myndir við fráboðanini
  • Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
  • Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
  • Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost