Tryggleiki snýr seg ikki bara um at sleppa undan sjúku og skaða. Tryggleiki er eisini vissan um, at skuldi okkurt hent, so er viðgerðin skjót.

Viðgerðartryggingin verður teknað í samstarvi við Gjensidige Forsikring og tryggjar eina skjóta og góða viðgerð, um sjúka ella vanlukka raka. Henda trygging er galdandi alt samdøgrið – bæði tá ið starvsfólkið er til arbeiðis, og tá ið tey hava frí. Tá ið tú hevur sett tryggingina í gildi, fevnir hon um pínu, skaða, sjúku og annað, sum krevur viðgerð frá lækna ella øðrum serkønum. 6 mánaðir seinni fevnir hon eisini um sjúkur o.a, ið varð íkomið hjá starvsfólkinum, áðrenn tú teknaði tryggingina.


Skjótari viðgerð

Hevur tú viðgerðartrygging, eru eingir bíðilistar. Við hesi trygging hevur tú tryggjað tær eina tíð á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovni við viðkomandi serkunnleika, har tú sleppur framat innan 10 arbeiðsdagar.

Til ber eisini at víðka tryggingina, so at hon fevnir um flogferðarseðlar úr Føroyum til Danmarkar og heimafturni.


Boða frá skaða hjá Gjensidige

Soleiðis ritar tú inn

  1. Vitja heimasíðuna: www.gjensidige.dk/login
  2. Vel ”Privat” 
  3. Vel ”SAMLEIKIN-sundhedsforsikring FO”
  4. Vel ”log ind”

Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú skjótt og lætt skráseta teg á www.samleikin.fo/

Tú kanst eisini ringja og boða frá. Ring til Gjensidige á tel. +45 7010 9009

Viðgerð

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost