Ert tú ósamd/ur í avgerðini av tínum tryggingarmáli?
So eigur tú fyrst at seta teg í samband við deildina, sum hevur viðgjørt títt mál, fyri at vita, um til ber at loysa ósemjuna. Ber til at loysa ósemjuna á henda hátt, er hetta lættasta og skjótasta loysnin fyri báðar partar.
Ber ikki til at loysa ósemjuna á henda hátt, so hevur tú ymiskar kærumøguleikar.
Innanhýsis kæruviðgerð
Bar ikki á mál um eina semju við deildina, sum hevur viðgjørt títt tryggingarmál, kanst tú venda tær beinleiðis til innanhýsis kæruviðgeran hjá felagnum. Hetta er starvsfólk, sum er óheft av skaða- ella kundadeildini, og sum sjálvstøðugt viðger og tekur avgerð í kærumálum.
Kæran kann sendast sum vanligt bræv ella sum teldupostur til:
Betri Trygging
Att. Innanhýsis kæruviðgeri
Postboks 329
110 Tórshavn
Teldupost: kaera@trygging.fo
Ber ikki til at røkka eini semju við Betri Trygging?
Ankenævnet for Forsikring
Ber ikki til at røkka eini semju við Betri Trygging, hóast tú hevur roynt teir kærumøguleikar, sum eru, kanst tú kæra til Ankenævnet for Forsikring.
Ankenævnet for Forsikring er ein óheft kærunevnd, ið viðger kærur, sum viðvíkja tínum egnu privatu tryggingum, har tú antin ert tryggingartakari ella tryggjaði. Tað vil siga, at tú kanst ikki kæra til kærunevndina um tryggingar hjá øðrum persónum.
Annar persónur kann t.d. vera tann, sum hevur ábyrgdina av einum ferðsluóhappi, har tú ert partur í óhappinum.
Ankenævnet kann heldur ikki viðgera kærur um vinnuligar tryggingar.
Tú kanst kæra umvegis teirra heimasíðu www.ankeforsikring.dk. Her finnur tú eisini eina vegleiðing um, hvussu kærumannagongdin er.
Í sambandi við málsviðgerina hjá Ankenævnet For Forsikring syrgir Betri Trygging fyri, at øll viðkomandi skjøl í málinum verða umsett til danskt.
Leinkjur til hentar heimasíður um kærumál:
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum