Tá ið tú byrjar í starvi
Hjá Betri Trygging, gera vit nógv burturúr at taka væl ímóti tær. Vit hava eina góða mynstringarskipan, sum tryggjar, at tú lutfalsliga skjótt lærir um ymsu deildirnar, fjølbroyttu arbeiðsøkini og at tú hittir mongu starvsfelagarnar. Vit vita, at tryggingarheimurin fyri tey flestu er nýtt øki, og tí hjálpa vit tær væl á veg og læra teg um tryggingar.
Jú ymiskari hvør sær, jú sterkari saman
Starvsfólkini í Betri Trygging eru sera fjølbroytt. Her starvast talknúsarar og samskiftisfólk, løgfrøðingar og marknaðarføringsfólk, teldufrøðingar og kostfrøðingar – og alt harímillum. Onkur hevur lært á tryggingini og hevur starvast her í 40 ár – onnur eru júst byrjað.
Vit eru eitt stórt felag við nógvum ymsum virksiøkjum, og vit leggja okkum eftir góðari og fjøltáttaðari arbeiðsmegi. Tá fólk søkja starv, hyggja vit at fakligum førleikum, men vit leggja eisini dent á persónligar eginleikar og arbeiðsroyndir annars. Vit eru ikki bangin fyri at seta fólk við øðrvísi profili, tí vit eru av tí sannføring, at jú ymiskari vit eru hvør sær, jú sterkari eru vit saman.
Sama hvat starvsøki, tú arbeiðir innanfyri, leggja vit stóran dent á førleikamenning, sparring og gott samstarv. Tú fært tí bestu treytir til menningarmøguleikar. Tað gagnar bæði starvsfólki okkara, kundum okkara – og okkum sum fyritøku.
Samstarv og vitanardeiling
Sama hvørjar uppgávur tú hevur í Betri Trygging, og sama hvørjari deild tú arbeiðir á, fara tað støðugt at vera uppgávur, sum krevja samstarv við starvsfelagarnar.
Í Betri Trygging raðfesta vit vitanardeiling tvørturum øki og deildir. Vit hava felags kunning, og á deildunum leggja vit okkum eftir, at øll vita, hvat hini arbeiða við.
Vit raðfesta eisini javnan at hava felags vitanardeiling, har vit læra hvør av øðrum. Tá hittast øll starvsfólkini til kunning ella fyrilestrar, sum deildirnar antin skiftast um at hava – ella sum fólk uttanífrá standa fyri.
Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkara á 348 600, um tú ynskir eitt prát við HR-deildina.