Eitt felag vit eiga í felag





Tíðindi

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?
Dámar tær at veita framúr kundatænastu, og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir. Vit leita eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til avgreiðsluna á deild okkara í Miðvági.

Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar fyri jól og nýggjár.

Skaðaleys koyring
- ongin akfarsskaði gevur pengar aftur Betri Trygging setti í fjør eina skipan í verk fyri privatkundar, sum hava akfarstrygging - og hon er aftur galdandi hetta komandi árið.

Broyttir kostnaðir fyri keyp og sølu av fremmandum gjaldoyra
Frá 17. desembur verða nýggj gjøld galdandi fyri keyp og sølu av kontantari valuta í avgreiðsluni.

Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.
