
Vit eru Betri-samtakið
Betri er banki, trygging, pensjón og heim.
Vit virka her í Føroyum – og tað hava vit altíð gjørt. Vit eru eitt felag, sum kundarnir eiga. Tí eru vit sum vit eru.
Okkara kundar hava eitt umboðsráð. Kundar kunnu stilla upp, og kundar velja hvør kemur inn í Umboðsráðið. Tað er demokratiskt. Umboðsráðið tekur millum annað avgerð um, hvussu vinningurin hjá feløgunum skal býtast. Allur vinningurin verður verandi í Føroyum.
Vit stuðla nógvum verkætlanum. Onkrar eru stórar og rúma næstan 5.000 áskoðarum. Aðrar skapa trivnað, tryggleika og samanhald.
Eisini fáa kundarnir part av vinninginum – limakrónur – hvørt ár.
Betri-samtakið veitir fíggjarligan tryggleika til okkara kundar og allar Føroyar. Nú og frameftir.
Vit eru Betri. Eitt felag, vit eiga í felag.
Soleiðis er Betri bygt upp
Betri er eitt felag, sum kundarnir eiga, og Betri er skipað sum eitt samtak við fýra dótturfeløgum. Hesi bæði tingini gera, at vit hava eitt tætt tilknýti og eitt sterkt samanhald.
Og hetta ger okkum so før fyri at gera tingini betri, enn tey vóru áðrenn: Betri fyri samfelagið, betri fyri okkum sum fyritøku og betri fyri teg sum kunda.
Betri gjøgnum árini
Vit virka her í Føroyum. Og tað hava vit altíð gjørt. Okkara røtur røkka ganga heilt aftur til 1832.
Fýra feløg – ein familja
Tey fýra dótturfeløgini eru Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Hvørt felag hevur sína serligu styrki og sín heilt ítøkiliga leiklut. Men tey hava øll eitt í felag: Tey koma tær til hjálpar, uttan mun til hvar tú ert á lívsleiðini.
Tíðindi frá samtakinum

Hálvársroknskapur 2026
Fyrstu 6 mánaðirnir av 2026 vóru sum heild merktir av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá bankanum.

Reyði Krossur Føroya og Betri-samtakið leingja samstarvið
Betri-samtakið og Reyði Krossur Føroya hava undirskrivað nýggja stuðulsavtalu. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum.

Filmshúsið og Betri-samtakið leingja samstarvið
Betri-samtakið heldur fram sum týðandi stuðul hjá føroyskum filmi og hevur nú gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028.

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr
