Stuðulssøgur

Okkara kundar fáa part av vinninginum
Kundarnir fáa part av vinninginum hvørt ár. Vinningurin hjá Betri-samtakinum er avlopið hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.
Talan er um ein prosentpart av tí, sum tú rindar í tryggingum hjá Betri Trygging, sum verður tær afturgoldið. Sostatt er talan um ymiskar upphæddir – alt eftir, hvørja trygging tú hevur. Tað er aðalfundurin, sum ger av hvussu nógv skal fer aftur til kundarnar.
Hetta er Betri-samtakið
Betri-samtakið er Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Vit veita fíggjarligan tryggleika til okkara kundar og allar Føroyar. Nú og frameftir.
Tíðindi frá samtakinum

Filmshúsið og Betri-samtakið leingja samstarvið
Betri-samtakið heldur fram sum týðandi stuðul hjá føroyskum filmi og hevur nú gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028.

Reyði Krossur Føroya og Betri-samtakið leingja samstarvið
Betri-samtakið og Reyði Krossur Føroya hava undirskrivað nýggja stuðulsavtalu. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum.

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr

Ávaring um følsk SMS-boð
Í løtuni eru ymisk følsk SMS-boð í umferð. Boðini látast eitt nú at vera frá Samleikanum, Nets ella onkrum heilt triðja, men í veruleikanum er talan um snýt.


