Betri Oyggjaleikir 2027

3.–9. juli 2027 savnast ítróttafólk, gestir og oyggjar til Føroya størsta ítróttatiltak.
Sjálvboðin eru ein av grundsúlunum undir leikunum. Tað eru tey, sum taka ímóti ítróttafólkum og gestum, hjálpa til á leikvøllum, skapa góða lagið og tryggja, at alt hongur saman frá byrjan til enda.
Hví stuðla Betri Oyggjaleikum?
Fyri Betri er tað týdningarmikið at stuðla felagsskapinum og samanhaldinum, sum sjálvboðin umboða. Oyggjaleikirnir eru fólksligir og fevnandi, og tá fólk savnast um eina felags uppgávu, hendir nakað serligt – bæði fyri ítróttin, oyggjarnar og samfelagið sum heild.
