
Skalt tú uttanlands at ferðast?
Tað er skilagott at fyrireika seg áðrenn fráferð – tí hava vit savnað okkara bestu ráð til tín, so ferðin gerst tryggari.
Tíðindi

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag um støðuna. Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiða áheitanin: Steðga á. Hugsa teg um. Spyr

Ávaring um følsk SMS-boð
Í løtuni eru ymisk følsk SMS-boð í umferð. Boðini látast eitt nú at vera frá Samleikanum, Nets ella onkrum heilt triðja, men í veruleikanum er talan um snýt.

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

Betri Banki hækkar renturnar
Danski Tjóðbankin hækkaði 12. juni leiðandi rentuna við 0,25% stigum.Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini hækkar renturnar.
Gjaldoyraroknari |
Frágreiðingar frá Fíggjareftirlitinum
Betri Banki er undir eftirliti av danska Fíggjareftirlitinum og er ein SIFI peningastovnur (Systematically Important Financial Institution) í Føroyum. Fíggjareftirlitið er regluliga á eftirlitsvitjan hjá Betri Banka og kannar um vit lúka krøvini, sum verða sett SIFI peningastovnum.
Latið okkum hoyrast
Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.
