Onnur lán

Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymisk endamál. Sig okkum, hvat tú hevur brúk fyri, so finna vit rætta lánið til tín.

Lán við trygd í innistandandi

Lán við trygd í innistandandi er ætlað tær, sum eigur pening, men ikki ynskir at brúka av uppsparda peninginum. Fyrimunurin við láninum er lagaliga rentan. Tú fært eina lagaliga fígging, sum er skjót at stovna, og peningurin er tær skjótt í hendi. 

Neyðugt er at veita trygd fyri láninum í innistandandi peningi. Rentan er broytilig, sum merkir, at hon kann hækka ella lækka í lánitíðarskeiðnum.

Kostnaðir

Snarlán

Sum heitið á láninum sigur, er Snarlán skjótt at stovna. Tær nýtist ikki at veita trygd fyri láninum, og peningurin er tær skjótt í hendi. 

Tú kanst í mesta lagi læna 50.000 krónur. Av tí at eingin trygd er fyri láninum, er hetta eisini tað dýrasta lánið við eini afturgjaldstíð á í mesta lagi 2 ár. 

Snarlán hevur broytiliga rentu, og vanliga hægri rentu enn onnur lán. 

Kostnaðir

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.