Skalt tú byggja ella umvæla bústaðin?
Vit bjóða lán við góðum treytum og rentum.

Størri, grønari ella nýggjan bústað?
Ætlar tú at fremja broytingar í verandi bústaði? Húsið er møguliga vorðið ov trongt til familjuna, orkuútreiðslurnar ov høgar, ella tú ynskir kanska at byggja tín egna dreymabústað. Fyrireika teg í góðari tíð frammanundan saman við tínum ráðgeva. Tá veist tú, at fíggingin er uppá pláss bæði áðrenn, undir og aftaná byggingina ella umvælingina.
Orkulán
Við Orkuláni úr Betri Banka, sum hevur lægri rentu enn onnur lán til bústaðin, hevur tú møguleika at gera umbyggingar og betringar í bústaðnum. Orkuumvæling er ein lønandi íløga og ein íløga, ið virðisøkir ognina. Tað er tí ikki bara gott fyri umhvørvið, men eisini fyri virðið á bygninginum, fyri brúkaran, sum fær sunnari og betri inniluft og trivnað og ikki minst fyri framtíðar orkuútreiðslurnar hjá húsarhaldinum.
Orkulán kann veitast til:
- at skifta tak
- at bjálva bústaðin
- at skifta vindeygu
- at bjálva og klæða húsini av nýggjum
- nýggja ella alternativa orkuskipan
- gera orkusparandi umbyggingar
Lægsta upphæddin, tú kanst læna til orkuumvælingar, er 30.000 krónur, meðan hægsta upphæddin er 400.000 krónur. Upp í 80 prosent av keypsvirðinum kann fíggjast við Orkuláninum. Lánið hevur broytiliga rentu og eina afturgjaldstíð upp í 30 ár.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.