Íløgur
Í Betri Banka hava vit gjørt tað lætt fyri bæði roynd og óroynd at gera íløgur. Tosa við okkara ráðgevar í Markets, sum eru til reiðar at hjálpa tær í gongd.
Fá meira burtur úr innistandandi peningi
Tá tú gert íløgur við innistandandi peningi, kanst tú fáa størri avkast, enn tá tín uppsparing stendur á vanligari kontu. Inflasjón og lágar rentur gera nevniliga, at tín uppsparing við tíðini missir virði.
Tað eru fleiri íløgumøguleikar at velja ímillum. Uppskriftin upp á ta góðu íløguna er oftast ein samansett útgáva, sum spjaðir váðan mest møguliga.
Øll kunnu gera íløgur
Tað einasta, tú skalt gera tær greitt framman undan er,
- um tú vilt gera stutt- ella langtíðar íløgur
- hvussu nógvan pening, tú vilt gera íløgur við
- hvussu stóran váða, tú vilt átaka tær
- um tú vilt vera virkin á marknaðinum, ella um tú vilt lata okkara íløguráðgevar røkja tína íløgu.
Við hesum upplýsingum kunnu vit greina tín tørv og gera ein íløguprofil, sum millum annað lýsir tínar væntanir um avkast, hvussu leingi tú vilt binda teg til einstøku íløgurnar, váðafýsni umframt tínar royndir sum íleggjara.
Tá vit røkja íløgurnar fyri teg
- hava vit leypandi eftirlit við íløgunum
- laga vit íløgurnar til tín váðaprofil
- syrgja vit fyri stórari váðaspjaðing
- laga vit íløgurnar til títt íløgutíðarskeið
- kanst tú fylgja við íløgunum í Netbankanum.
Tá tú røkir tínar íløgur
- er tað ein fyrimunur at kenna váðar og møguleikar á virðisbrævamarknaðinum, soleiðis at tú evnar at røkja tínar íløgur á bestan hátt
- kanst tú velja, hvørji virðisbrøv tú ynskir at keypa í Netbankanum
- hevur tú atgongd til eitt stórt úrval av partabrøvum, lánsbrøvum v.m.
Váðafýsni
Váði er ein partur av øllum íløgum. At taka stóran váða merkir, at tú hevur møguleika at fáa munandi avlop í góðum tíðum, men eisini stórt tap, tá verri gongur. Við minni váða slepst vanliga undan teimum ringastu tapunum, men afturfyri kann ikki roknast við stórum vinningum, tá væl gongur í hond.Tú gert sjálvsagt sjálv/ur av, hvussu stórur váðin skal verða. Váðamerkingin niðanfyri tekur støði í vandanum fyri at missa pening og gjøgnumskygninum fyri hvønn virðisbrævabólk.
Stovna virðisbrævagoymslu
Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at gera íløgur. Vit hjálpa tær at stovna eina virðisbrævagoymslu, har virðisbrøvini verða goymd. Síðani skalt tú eisini undirskriva eina avtalu um virðisbrævahandil. Hesum kunnu vit hjálpa tær við.
Hug til eitt íløguprát?
Fá meira at vita um íløgur frá okkara ráðgevum í Markets.