Íløgur

Í Betri Banka hava vit gjørt tað lætt fyri bæði roynd og óroynd at gera íløgur. Tosa við okkara ráðgevar í Markets, sum eru til reiðar at hjálpa tær í gongd.

Íløguskúlin

Íløguskúlin hjá okkum er bæði til tín, sum ikki ert farin undir at gera íløgur og til tín, sum nýliga ert farin ígongd.

Vit hava gjørt fimm videobrot, sum skjótt og lætt geva tær eina breiða vitan um íløgur, so tú kanst taka skilagóðar avgerðir. 

Síggj videobrotini

Fá meira burtur úr innistandandi peningi

Tá tú gert íløgur við innistandandi peningi, kanst tú fáa størri avkast, enn tá tín uppsparing stendur á vanligari kontu. Inflasjón og lágar rentur gera nevniliga, at tín uppsparing við tíðini missir virði. 

Tað eru fleiri íløgumøguleikar at velja ímillum. Uppskriftin upp á ta góðu íløguna er oftast ein samansett útgáva, sum spjaðir váðan mest møguliga. 

Øll kunnu gera íløgur

Tað einasta, tú skalt gera tær greitt framman undan er,

  • um tú vilt gera stutt- ella langtíðar íløgur
  • hvussu nógvan pening, tú vilt gera íløgur við
  • hvussu stóran váða, tú vilt átaka tær
  • um tú vilt vera virkin á marknaðinum, ella um tú vilt lata okkara íløguráðgevar røkja tína íløgu.

Við hesum upplýsingum kunnu vit greina tín tørv og gera ein íløguprofil, sum millum annað lýsir tínar væntanir um avkast, hvussu leingi tú vilt binda teg til einstøku íløgurnar, váðafýsni umframt tínar royndir sum íleggjara.

Nýggjur íløgupallur

Vit hava fingið nýggjan íløgupall, sum ger tað munandi lættari og skjótari hjá tær at keypa og selja virðisbrøv.

Íløgupallurin liggur inni í nýggja Netbankanum. Niðanfyri finnur tú vegleiðingar til ymsu nýggju funkurnar í íløgupallinum.

Sí vegleiðingar

Tá vit røkja íløgurnar fyri teg

  • hava vit leypandi eftirlit við íløgunum 
  • laga vit íløgurnar til tín váðaprofil
  • syrgja vit fyri stórari váðaspjaðing
  • laga vit íløgurnar til títt íløgutíðarskeið  
  • kanst tú fylgja við íløgunum í Netbankanum.
Ráðgevarar

Tá tú røkir tínar íløgur

  • er tað ein fyrimunur at kenna váðar og møguleikar á virðisbrævamarknaðinum, soleiðis at tú evnar at røkja tínar íløgur á bestan hátt
  • kanst tú velja, hvørji virðisbrøv tú ynskir at keypa í Netbankanum
  • hevur tú atgongd til eitt stórt úrval av partabrøvum, lánsbrøvum v.m.
Rokna íløgur

Váðafýsni

Váði er ein partur av øllum íløgum. At taka stóran váða merkir, at tú hevur møguleika at fáa munandi avlop í góðum tíðum, men eisini stórt tap, tá verri gongur. Við minni váða slepst vanliga undan teimum ringastu tapunum, men afturfyri kann ikki roknast við stórum vinningum, tá væl gongur í hond.

Tú gert sjálvsagt sjálv/ur av, hvussu stórur váðin skal verða. Váðamerkingin niðanfyri tekur støði í vandanum fyri at missa pening og gjøgnumskygninum fyri hvønn virðisbrævabólk.

Grønur váði

Virðisbrøv, har vandin fyri at missa alla ta íløgdu upphæddina verður mettur at vera sera lítil, um íløgan verður varðveitt til hon gongur út. Virðisbrøvini er ikki trupul at gjøgnumskoða.

  • Donsk statslánsbrøv í DKK og EUR.
  • Skattkamarprógv
  • Statslánsbrøv útgivin av evrulondum í EUR og DKK
  • Realkredittlánsbrøv útgivin av donskum realkredittstovnum
  • Serliga tryggjaði realkreditlánsbrøv (SDRO) útgivin av donskum realkreditstovnum
  • Lánsbrøv útgivin av Kommune Kredit
  • Lánsbrøv útgivin av Føroya Landsstýri ella føroyskum kommunum.

Gulur váði

Virðisbrøv, har tað er vandi fyri at missa alla ella ein part av íløgdu upphæddini. Virðisbrøvini eru ikki trupul at gjøgnumskoða.

  • Partabrøv, ið verða handlað á einum skipaðum marknaði
  • Virkislánsbrøv , ið verða handlað á einum skipaðum marknaði
  • Statslánsbrøv útgivin í øðrum gjaldoyrum enn DKK og EUR
  • Íløguprógv (UCITS)
  • Serlig íløguprógv
  • Strukturerað innlán
  • Tekningarrættur til íløguprógv í gulum bólki

Reyður váði

Virðisbrøv, har tað er vandi fyri at missa meira enn íløgdu upphæddina, ella virðisbrøv, sum eru trupul at gjøgnumskoða.

  • Íløguprógv í ”Hedgefeløg” uttan mun til undirliggjandi íløgusamanseting
  • Veðbrøv
  • Óskrásett partabrøv
  • Virkislánsbrøv, ið ikki verða handlað á einum skipaðum marknað
  • Struktureraði lánsbrøv
  • Optiónir, futures og terminshandlar við t.d.: gjaldoyra, partabrøvum, lánsbrøvum, vinningi, rentum, indeksi og rávørum
  • Swappum við t.d.: rentum, partabrøvum, gjaldoyra og rávørum
  • Tekningsrættir til íløgufeløg í reyðum bólki

Stovna virðisbrævagoymslu

Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at gera íløgur. Vit hjálpa tær at stovna eina virðisbrævagoymslu, har virðisbrøvini verða goymd. Síðani skalt tú eisini undirskriva eina avtalu um virðisbrævahandil. Hesum kunnu vit hjálpa tær við. 

348 000

Skriva til okkum

Markets

Íløguprógv

Tá tú keypir eitt íløguprógv, gert tú eina íløgu umvegis eitt íløgufelag, sum tryggjar tær spjaðing av íløguni. Limir í einum íløgufelagi gera íløgur í felag. Harvið verða bæði váði og kostnaður spjadd út á fleiri íleggjarar, so íløgan verður tryggari, enn um tú keypir einstøk partabrøv ella lánsbrøv. Íløgan verður leypandi røktað av íløgufelagnum. Les meira um íløguprógv á www.morningstar.dk.
Markets

Ognarrøkt

Ognarrøkt er ein tænasta til tín, sum vilt sleppa undan at halda eyga við fíggjarmarknaðunum og taka støðu til, nær tú skalt keypa ella selja virðisbrøv.

Ognarrøkt verður bjóðað kundum, sum vilja gera íløgur fyri størri upphæddir.

Hug til eitt íløguprát?

Fá meira at vita um íløgur frá okkara ráðgevum í Markets.