Fyribyrgja hvítvasking
Her á síðuni finnur tú kunning um, hvat hvítvaskt er fyri nakað, góð ráð um at fyribyrgja hvítvasking, og hvussu vit arbeiða við AML
Hvat er hvítvasking?
Hvítvasking er revsivert virksemi, har tað verður roynt at fjala og gera pening lógligan, sum annars kemur frá ólógligum virksemi. Hvítvasking kann vera heft at stórum mongdum av peningi, brúk av torgreiddum fíggjarligum kørmum ella flutningur av peningi til ymisk lond og kontur fyri at goyma upprunan til peningin.
Brotsfólk brúka ofta hvítvask fyri at sleppa undan at verða uppdagað og fáa revsing fyri sítt ólógliga virksemi. Hvítvasking kann brúkast til at fíggja ólógligt virksemi, sum t.d. rúsevnishandil, menniskjahandil ella yvirgang. Hvítvasking kann eisini føra til fíggjarligan løst, tá tað kann fáa fíggjarligar skipanir at ridla og leiða við sær misálit á marknaðin.
Sum samfelag er tað týdningarmikið, at vit taka hvítvask í størsta álvara og arbeiða saman fyri at basa tí. Bankar og aðrir fíggjarligir stovnar hava skyldu til at seta í verk fyriskipanir, sum skulu forða fyri hvítvasking og boða frá um illgrunasamar og revsiverd misbrot til myndugleikarnar.
Sum einstaklingar kunnu vit eisini hjálpa við at vera uppmerksom um illgrunasamt virksemi og boða frá til viðkomandi myndugleika. Vit kunnu eisini ansa eftir okkara persónligu upplýsingum og vera varin við at verða drigin við í ivasom viðskifti. Við at samstarva kunnu vit vera við til at basa hvítvasking og elva til eitt tryggari og rættvíst samfelag.
Sum banki hava vit skyldu til at basa hvítvasking, og vit ynskja eisini at hjálpa okkara kundum at skilja, hvat hvítvasking er, og hvussu tú kanst hjálpa til við at forða fyri hvítvasking. Vit hava tí gjørt tær hesi góðu ráðini:
- Kenn tínar kundar: sum kundi er tað týdningarmikið at geva okkum tær upplýsingarnar, sum vit hava tørv á – hetta er fyri at vit kunnu eyðkenna teg og tínar flytingar. Jú meira vit vita um teg, jú lættari er tað hjá okkum at varnast illgrunasamt virksemi.
- Gev illgrunasamum virksemi gætur. Um tú sært okkurt, sum ikki ruggar rætt, ella tú verður biðin um at taka lut í einum ivasamum handli, sum tykist ólógligur, skalt tú seta teg í samband við okkum alt fyri eitt.
- Ansa eftir tínum persónligu upplýsingum: Brotsfólk kunnu royna at stjala tínar persónligu uppslýsingar, so tey kunnu nýta tær til at hvítvaska pening. Ver varin við tínum upplýsingum, og ver ansin, um tú fært illgrunasamar teldupostar ella uppringingar, har spurt verður eftir tínum upplýsingum.
- Brúka bert kontur, sum tú kennir: Um onkur biður teg brúka eina kontu, sum ikki er tín, ella tú ikki kennist við, skalt tú siga nei. Hetta kann vera ein ábending um hvítvasking.
- Boða frá um tú hevur illgruna um hvítvasking: Um tú hevur illgruna um hvítvasking, ella tú sært okkurt, sum sær illgrunasamt út, skalt tú seta teg í samband við okkum alt fyri eitt. Tín fráboðan kann vera við til at steðga brotsgerðum.
Er tað neyðugt, at eg svari spurningunum?
Ja, tað er neyðugt at dagføra okkara upplýsingar um teg fyri at kunna verja teg á bestan hátt. Haraftrat er hetta eitt lógarkrav.
Sum peningastovnur skulu vit skjalfesta, hvørjir okkara kundar eru og skilja, hvussu okkara kundar nýta okkara tænastur.
Eri eg undir illgruna fyri at hava framt brotsverk?
Nei, tað ert tú ikki. Vit biðja teg svara spurningunum, tí tað er neyðugt fyri at verja teg á bestan hátt og liva upp til ásettu lógarkrøvini. Ikki tí, at tú hevur gjørt nakað skeivt.
Skulu allir kundar svara spurningum?
Ja, vit skulu hava dagførdar upplýsingar um allar okkara kundar.
Hvat nýta tit míni svar til?
Vit nýta tíni svar til at tryggja okkum, at vit hava røttu upplýsingarnar um teg og tína nýtslu av tænastum hjá bankanum.
Tá vit vita eitt sindur um teg, hvør tú ert/ tín samleika, og hvussu tú væntar at nýta tænasturnar hjá bankanum, so er lættari hjá okkum at síggja, um okkurt er, sum tað ikki skal vera.
Eg havi svarað spurningunum eina ferð – hví skal eg svara umaftur?
Tú kanst verða biðin um at svara spurningunum umaftur, hóast tú fyrr hevur svarað teimum. Vit skulu javnan dagføra okkara upplýsingar um teg fyri at tryggja, at tær altíð eru rættar.
Eg havi mist brævið ella teldupostin burtur. Hvussu finni eg spurningarnar?
Eg eri í iva um, hvussu eg svari. Hvat geri eg?
Tú ert vælkomin at ringja til okkara Kundatænastu á tel. 348000 ella skriva til banki@betri.fo, um tær tørvar hjálp.
Hvussu verði eg betur vard/ur, tá eg havi svarað spurningunum?
Tá vit vita eitt sindur um teg, hvør tú ert, tín samleika, og hvussu tú nýtur okkara tænastur, so er lættari hjá okkum at síggja, um okkurt er, sum tað ikki skal vera.
Á hendan hátt verja vit teg móti misnýtslu av tínum samleika og tínum kontum.
Eg eri ikki trygg/ur við at svara spurningunum. Eru tit vís í, at tit hava loyvi at biðja um tað?
Við at svara spurningunum hjálpir tú okkum at verja teg sum kunda, at byrgja fyri og at berja niður fíggjarlig brotsverk í samfelagnum umframt at halda lógir og reglur.
Eg havi ikki eina teldu – hvussu geri eg?
Hevur tú ikki teldu, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tel. 348000. So finna vit eina loysn, sum hóskar til tín.
Hvat hendir, um eg ikki svari spurningunum?
Tað er týdningarmikið, at tú svarar spurningunum, tí teir eru neyðugir fyri at verja teg móti misnýtslu. Haraftrat er tað eitt lógarkrav, at spurningarnir verða svaraðir.
Um spurningarnir ikki verða svaraðir, kunnu vit vera noydd til at avmarka atgongdina til tínar kontur og at enda kann hetta fáa ávirkan á títt kundasamband við Betri Banka.
Tit hava avmarkað mína atgongd til kontur. Hvat geri eg við tað?
Tú kanst skjótt og lætt fáa atgongd til kontur aftur. Tú skalt bert svara spurningunum, sum vit hava sent tær.
Geva tit míni svar víðari til aðrar peningastovnar ella fyritøkur?
Nei, tínar upplýsingar verða ikki givnar víðari.
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn útav, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.