
Leys størv
Her á síðuni sært tú, hvørji leys størv eru í løtuni, og um hvussu yrkisleiðin er sum næmingur. Um eingi leys størv eru, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.
Byrja tína yrkisleið sum bankanæmingur í Betri Banka
Dámar tær at ráðgeva og at finna góðar loysnir saman við kundanum? Nú hevur tú møguleika at byrja eina avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.
Á hvørjum ári sóknast vit eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra og veita framúr góða kundatænastu.
Læruplássini eru á deildum okkara í Tórshavn, Saltangará og Tvøroyri.
Næmingatíðin
Sum næmingur í Betri Banka verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har samstarv og trivnaður eru í hásæti.
Í Betri Banka fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi.
Tú fært rættiliga skjótt uppgávur, har tú kemur í beinleiðis samband við okkara kundar, og tí er tað umráðandi, at tær dámar at arbeiða við fólki, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum.
Næmingatíðin er 2 ára long.
Útbúgving
Umleið eina viku um mánaðin gongur tú í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra við og fáa íblástur frá teimum – og hvør veit, kanska fært tú vinir fyri lívið.
Um teg
Tú hevur lokið miðnámsútbúgving. Tú ert eisini vælkomin at søkja, um tú fært prógvið í summar.
Vit vænta, at tú:
- ert ágrýtin og hevur áhuga at læra
- trívist við at samskifta við kundar
- hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- trívist í einum skiftandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi.
Hví søkja?
Vit kunnu bjóða tær eina forvitnisliga útbúgving í einum nútímans peningastovni, har tú kanst menna teg bæði persónliga og fakliga, umframt eitt arbeiðspláss, har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi eru í hásæti.
Í bankanum arbeiða oman fyri 200 fólk, sum á hvør sín hátt gera Betri Banka til eitt avbjóðandi og áhugavert arbeiðspláss.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at venda tær til Katrinu Káradóttir, HR-ráðgeva, á tlf. 548113 ella t-post kaka@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 548224.
Ljóðar hetta áhugavert, og kundi tú hugsað tær at verðið bankanæmingur hjá okkum, so ert tú vælkomin at senda okkum tína umsókn, CV og avrit av próvskjølum til starv@betri.fo.
