Kontur

Í Betri Banka hava vit ymiskar kontur at bjóða tær. Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri tínum viðurskiftum og ætlanum, og saman finna vit útav, hvørjar kontur rigga best til tín.

Kontur til løn og fastar útreiðslur

Hjá teimum flestu gevur tað góða meining at hava eina kontu til dagligu peninganýtsluna saman við einari Heildarkontu til føstu útreiðslurnar. Harafturat er tað eisini eitt gott hugskot at hava eina ella tvær uppsparingarkontur.

  • Nýtslukonta
  • Heildarkonta
  • Innlánskonta

Uppsparingarkontur

Vit bjóða fleiri góðar uppsparingarkontur, alt eftir hvat tú ynskir at spara upp til og nær tú skalt brúka peningin. 

  • Bassakonta
  • Bústaðarkonta
  • Uppsparingarkonta
  • Eftirlønarkonta
  • Hárentukonta

Hárentukonta

  • Inngjaldstíðarskeiðið var frá 1. februar til 1. mars 2023
  • Minsta inngjald var 100.000 kr.
  • Einki hámark var fyri, hvussu nógv kundi setast inn á kontuna
  • Rentan er 2,25 % um árið
  • Rentan verður tilskrivað árliga, fyrstu ferð 31. desembur 2023
  • Kontan er bundin fram til 1. mars 2025
  • Verður peningurin úttikin, áðrenn tíðarskeiðið er runnið, verður rentan afturførd til bankan

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.