Umsitingardeildin

Betri Banki hevur eina løggilda umsitingardeild, sum umsitur ognir hjá ómyndugum og persónum undir verju, tá ognin er yvir 75.000 krónur.

Ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju

Sambært løgtingslóg um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju, skal góðkend umsitingardeild umsita ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju.

Løgtingslógin fevnir um ogn, sum er 75.000 krónur ella hægri. Er ognin 75.000 krónur ella hægri, skal ein umsitingardeild umsita alla ognina og ikki bara ognina oman fyri 75.000 krónur. Er ognin lægri enn 75.000 krónur, skal ein umsitingardeild kortini umsita ognina, um roknast kann við, at ognin seinni fer upp um 75.000 krónur. 

Hvussu skal ognin setast?

Verjin ger av, hvussu ognin skal setast. Um verjin ikki ynskir at seta ognina í lánsbrøv o.a., setir umsitingardeildin ogn í reiðum peningi á uppsøgn til hægstu vanligu innlánsrentu ella eftir áheitan frá verjanum á anfordring. 

Verjin hevur møguleika fyri at fáa ráðgeving og kunning um, hvussu ognin skal setast, við at seta seg í samband við bankan.

Umsitingarfráboðan

Áðrenn ella samstundis sum ogn verður latin umsitingardeildini at umsita, skal verjin ella tann, sum letur ognina, fylla eina umsitingarfráboðan út og lata bankanum hana.

Verjin ella tann, sum letur ognina, skal harafturat lata bankanum avrit av møguligum testamenti, búuppgerð, gávubrævi ella øðrum skjalprógvi, umframt føðiváttan, dópsváttan/navnabræv og skjalprógv fyri p-tali hjá tí, sum er ómyndugur ella undir verju.

Er verjin tilnevndur, skal bankin harafturat hava avrit av verjutilnevningini. 

Umsitingarfráboðanin skal útfyllast og latast bankanum saman við viðkomandi skjølum.

Heinta fráboðanarskjalið her

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.