Billán

Við billáni úr Betri Banka er tað bæði skjótt og ómakaleyst at keypa bil. Tá tú og tín ráðgevi hava fingið tíni fíggjarviðurskifti upp á pláss, fært tú pappírini at undirskriva, og peningurin verður útgoldin beinanvegin.

Tað kostar einki at vera fyrireikaður

Tað ræður um at bera skjótt at, tá rætti bilurin við rætta prísinum er har. Hevur tú fyrireikað teg væl frammanundan, veitst tú júst, hvussu nógv tú kanst keypa bil fyri. Soleiðis kanst tú fyrireika teg:

  1. Ger eina fíggjarætlan og fá yvirlit yvir tína fíggjarstøðu
  2. Royn roknaran, sum gevur eina ábending um, hvussu stórt mánaðarliga gjaldið verður
  3. Hugsa um, at tá tú hevur keypt bil, skalt tú framyvir eisini gjalda bensin, streym, vegskatt, trygging og viðlíkahald
  4. Práta við tín ráðgeva og fá fíggingina upp á pláss, so at tú ikki situr fyri meira, enn tín fíggjarstøða tolir
  5. Nú ert tú væl ílatin til at keypa dreymabilin

Billán

Skalt tú hava nýggjan ella brúktan bil, kann Betri Banki bjóða tær eitt Billán. Tín ráðgevi hjálpir tær at fáa yvirlit yvir samlaðu útreiðslurnar til trygging, brennievni, streymnýtslu, avgjøld og viðlíkahald og ger eina rakstrarætlan saman við tær.

Fyri at kunna viðgera tína umsókn um Billán, skalt tú kunna tín ráðgeva um: keypsprís, bilmerki, árgang, skrokk- og skrásetingarnummar á bilinum.

Er bilurin nýggjur, er neyðugt at hava í minsta lagi 20 prosent í eginpeningi, meðan kravið er 30 prosent í eginpeningi, tá bilurin er brúktur. Jú størri eginfíggingin er, jú bíligari er lánið. Harumframt skal bilurin vera fult tryggjaður, um hann stendur sum trygd fyri láninum. 

Afturgjaldstíðin fyri Billán er í mesta lagi 7 ár, og lánið hevur broytiliga rentu.

Sí kostnaðir her

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.