5. element

Upplatingartíðir og sjálvtøkur

Her á síðuni sært tú, nær vit hava opið, og hvar okkara sjálvtøkur eru, umframt nær freistir eru fyri flytingar í sambandi við høgtíðir.

Leitar tú eftir tínum ráðgeva?

Av trygdarávum eru starvsfólk okkara ikki sjónlig á heimasíðuni, men tú kanst lætt og trygt samskifta við tín ráðgeva á netbankanum.

Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara á 348 000 – vit hava opið mánadag til fríggjadag millum klokkan 10 og 15.

Upplatingartíðir

 
Ring til okkara á telefon 348 000.

Vit hava opið hvønn gerandisdag.

Kundatænastan svarar telefonum frá klokkan 10 til 15.

Deildin í miðbýnum í Havn hevur opið frá klokkan 12 til 15.

Deildin Yviri við Strond 2 í Havn hevur opið frá klokkan 9:30 til 16.

Deildirnar í Saltangará, Klaksvík, Miðvági og á Tvøroyri hava opið frá klokkan 10 til 15.

Deildin á Sandi hevur opið mikudagar frá klokkan 12 til 15.

Sjálvtøkur

Vit hava átta sjálvtøkur kring landið:

  • Á deildini í miðbýnum í Havn (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Klaksvík
  • Á deildini í Miðvági (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini í Saltangará (her ber til at taka evrur út)
  • Á deildini á Sandi
  • Á deildini á Tvøroyri
  • Við Norðskála, uttan fyri handilin Brá
  • Í Vestmanna, Bakkavegur 8

Freistir fyri ólavsøku

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera uttanlandsflytingar áðrenn ólavsøku.

Lønarflytingar
Lønir skulu flytast í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli kl. 15.30, um tær skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn ólavsøku.
Vit mæla til, at lønirnar verða fluttar í seinasta lagi hósdagin 23. juli, soleiðis at møguligar villur í lønarflytingunum kunnu rættast fríggjadagin 24. juli.

Uttanlandsflytingar
Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli kl. 13.00.

Vanligar flytingar
• Flyting til aðra kontu í Betri Banka: Mánadagin 27. juli kl. 18.30
• Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Fríggjadagin 24. juli kl. 18.30
• Flyting sama dag: Mánadagin 27. juli kl. 11.00
• Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Skundflytingar

Skundflytingar verða ikki ávirkaðar av halgidøgum. Hav í huga, at summir danskir peningastovnar hava freistir fyri skundflytingar. Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í góðari tíð.

Tú ert vælkomin at ringja til okkara á 348 000 ella skriva á banki@betri.fo, um tú hevur spurningar.

Latið okkum hoyrast

Okkara endamál er at veita tær ráðgeving, sum hjálpir tær at hava eina haldgóða fíggjarstøðu. Tín ráðgevi er til reiðar, uttan mun til um talan er um lán til bústað ella hjálp til, hvussu tú kanst fáa pengarnar at røkka.