Leys størv

Her á síðuni sært tú hvørji leys størv eru í løtuni. Um eingi leys størv eru, ert tú vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.

Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betri Banka

Dámar tær at ráðgeva, finna loysnir og at seta teg inn í kundans tørv?

Nú hevur tú møguleika til at fara í gongd við eina tvey ára avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.

Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra nýtt og veita eina framúr góða kundatænastu. Vit søkja eftir næmingum til deildina í Tórshavn, í Saltangará, í Miðvág og á Tvøroyri, og lærutíðin byrjar 1. september 2024.

Næmingatíðin
Sum næmingur í Betri Banka verður tú partur av einum væl samanspældum toymi, har samstarv og trivnaður er í hásæti.

Í Betri Banka fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti. Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og tænastur í einum professionellum og kundavendum umhvørvi.

Næmingatíðin er 2 ár. Tú fert rættuliga skjótt at fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við kundar okkara, og tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg inn í støðuna hjá øðrum.

Útbúgving
Tú gongur í peningastovnsskúla og ert við í próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá teimum. Hvør veit, kanska fært tú eisini vinir fyri lívið.

Um teg
Tú hevur lokið gymnasiala miðnámsútbúgving. Tú ert eisini vælkomin at søkja, um tú fært prógvið í summar.

Vit vænta, at tú:

  • ert ágrýtin og hevur áhuga at læra nýtt
  • dugir at seta teg í støðuna hjá kundum okkara
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • trívist í einum skiftandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

Hví søkja?
Vit kunnu bjóða tær eina forvitnisliga útbúgving í einum nútímans peningastovni, har tú kanst menna teg bæði persónliga og fakliga. Umframt eitt arbeiðspláss, har starvsfólkatrivnaður og kundanøgdsemi eru í hásæti.

Í bankanum arbeiða yvir 200 fólk, sum á hvør sín hátt eru við til at gera Betri Banka til eitt avbjóðandi og áhugavert arbeiðspláss.

Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at venda tær til Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348 224, ella Katrinu Káradóttir, HR-ráðgeva á tlf. 348113 ella á t-posti kaka@betri.fo.

Um hetta ljóðar áhugavert, send so umsókn við avriti av próvskjølum til starv@betri.fo í seinasta lagi mánadagin 15. apríl 2024.

Sjálvboðin umsókn

Í Betri Banka hava vit javnan brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Tí eru vit altíð áhugað í at frætta frá fólki, sum kundi hugsað sær at starvast hjá okkum. 

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn har tú greiðir frá hvør tú ert, hvar í bankanum tú ynskir at starvast og hví tú kundi hugsað tær at arbeitt hjá okkum. Harumframt ynskja vit at tú greiðir frá tínum royndum og møguligari útbúgving. 

Umsókn og lívsrensl (CV) kann sendast til hr@betri.fo.

Vit goyma allar umsóknir í 6 mánaðar. 

5. element