Tannáringar
Í Betri Banka bjóða vit tannáringum ymsar loysnir og tænastur, sum gera góðan mun í gerandisdegnum. Les meira her á síðuni og fá greiðu á, hvørjar kontur, gjaldskort og annað rigga best til tín.

Fíggjarliga frælsið byrjar
Tá tú ert tannáringur, broytist nógv. Bæði kropsliga, andaliga og í tínum lívi sum heild. Tú fært vanliga størri frælsi, byrjar møguliga at arbeiða, og hevur brúk fyri at ráða yvir egnum pengum. Tað kann eisini vera, at tú ynskir tær okkurt serligt, sum tú nú kanst spara upp til? Í Betri Banka ynskja vit at gera tað so lætt og trygt hjá tær at umsita tínar pengar sum til ber.

Góð ráð
- Stovna eina Nýtslukontu til løn og lummapengar
- Fá tær eitt Masterkort, har keypini verða afturhildin beinanvegin, so tú kanst fylgja við nýtsluni og sært hvussu nógv er eftir at brúka
- Brúka Lumman ella Netbankan, so hevur tú altíð yvirlit yvir tína nýtslu
- Set ein part av lønini ella lummapengunum inn á eina Uppsparingarkontu hvønn mánað. So hevur tú eitt gott íkast til framtíðar keyp

Skúlar á gátt
Skúlaflokkar eru vælkomnir á gátt til ein fyrilestur. Hetta kundi veri ein øðrvísi tími fyri næmingarnar, har vit siga frá um ymiskt bankavirksemi. Vit halda m.a. fyrilestrar innan nýtsluvanar, fíggjarætlan, Netbankan, lønarseðlar, at skriva umsókn og CV, at vera næmingur ella starvslesandi í Betri Banka. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at koma við fyrispurningum um evni, sum ikki eru við her. Einasta tú skalt gera er at skriva ein teldupost til ung.banki@betri.fo
Ivast tú?
Set teg í samband við okkum og finn út av, hvat letur seg gera hjá tær fíggjarliga og kom eitt fet nærri tínum dreymum. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa øðrum í somu støðu.