Skaðaleys koyring
- Ongan akfarsskaða og pengar aftur
Skaðaleys koyring er, tá ið Betri Trygging ikki hevur rindað fyri nakran akfarsskaða, sum tú hevur fingið ella gjørt - í eitt kalendaraár.
Skaðaleys koyring gevur tær bonus, tí tú fært 10% aftur av tí, tú hevur rindað fyri tínar akfarstryggingar seinasta árið.
Hetta er nýtt – og hetta er bara hjá Betri Trygging.
Henda skipan er galdandi tey ár, tá samlaða úrslitið fyri akfør hjá Betri Trygging er betri, enn roknað varð við, tá ið árið byrjaði.