Vanlukkutrygging
Vit vita tað øll, hóast okkum ikki dámar at hugsa um tað. Vanlukkur og óhapp henda. Tíverri.

Tíbetur kanst tú tryggja teg, so tú og tíni eru betur vard, um tað óvæntaða skuldi hent, og tit skuldu komið út fyri vanlukku.
Vanlukkutryggingar fevna um flestu vanlukkur, skaðar og óhapp, ið tú og tíni kunnu koma út fyri. Eitt nú likamsskaðar av ymiskum slag, tannskaðar, drukning o.s.fr.
Vanlukkutryggingin er ein persónlig trygging. Tí skulu øll í familjuni, sum eru yvir 18 ár, hava egna vanlukkutrygging.
Hjá Betri Trygging ber tó til hjá foreldrum at tekna eina og somu barnavanlukkutrygging til øll børnini, sum eru undir 18 ár. Tað hevur tó týdning at melda øll børnini til tryggingina, fyri at tey skulu verða fevnd av henni.
Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.
Her sært tú ymsu vanlukkutryggingarnar, sum vit bjóða
Niðanfyri sært tú okkara heiltíðarvanlukkutryggingar, sum eru galdandi alt samdøgrið.
Í treytunum sært tú, júst hvørjar treytirnar eru í sambandi við eina vanlukku.

Børn
Fevnir um:
- Øll børn í húskinum
- 0 - 18 ár
- Alt samdøgrið
- Føroyar, Danmark og Grønland
- Tannskaðar upp til 25 ár
- Brillur/kontaktlinsur
- Avlamni
- Viðgerðir
- Útgjald til avvarðandi við deyða

Ung
Fevnir um:
- Tann tryggjaða persónin
- 18 - 28 ár
- Alt samdøgrið
- Føroyar, Danmark og Grønland
- Tannskaðar
- Brillur/kontaktlinsur
- Avlamni
- Viðgerðir
- Útgjald til avvarðandi við deyða

Vaksin
Fevnir um:
- Tann tryggjaða persónin
- 28 - 74 ár
- Alt samdøgrið
- Føroyar, Danmark og Grønland
- Tannskaðar
- Brillur/kontaktlinsur
- Avlamni
- Viðgerðir
- Útgjald til avvarðandi við deyða

Eldri
Fevnir um:
- Tann tryggjaða persónin
- 60 ár og eldri
- Alt samdøgrið
- Føroyar, Danmark og Grønland
- Tannskaðar
- Brillur/kontaktlinsur
- Avlamni
- Viðgerðir
- Útgjald til avvarðandi við deyða
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.