Vit vita tað væl... Tryggingarmál kann vera trupult at skilja. Tí hava vit gjørt eina tryggingarorðabók, sum kann hjálpa tær at skilja orð og hugtøk úr tryggingarheiminum. 

Orðalistin er skipaður í bókstavarað. Tú trýstir bara á ein bókstav, og so koma øll orðini fram, sum byrja við tí ávísa bókstavinum.

Fyrivarni:
Í hesi orðabókini kunnu orð og hugtøk verða gjørd einfaldari, enn tey í veruleikanum eru. Her eru heldur ikki fullfíggjaðar lýsingar av treytum, týdningi og undantøkum. Vilt tú vita út í æsir hvat og hvussu tryggingin dekkar, mást tú lesa treytirnar ella ringja til okkara á tel 348 600. Vit hjálpa tær fegin. 

A.
Afturbering:
Skipan í biltryggingini, har tú fært ein part av tryggingargjaldinum aftur, um tú ongan skaða elvir til við bilinum í eitt ár. 

Aftursókn:
Tað sama sum regress. Tryggingarfelagið veitir endurgjald fyri ein skaða, men krevur pening aftur frá viðkomandi, sum var atvold til skaðan. Um tann, sum elvdi til skaðan, hevur eina trygging, sum dekkar hetta, er tað tryggingin hjá viðkomandi, sum endurrindar kostnaðin til tryggingarfelagið. Um ikki, má tann, sum elvdi til skaðan, sjálvur rinda.
 
Arbeiðsskaðatrygging:
Hevur tú fólk í arbeiði, hevur tú skyldu at tekna teimum eina arbeiðsskaðatrygging. Hetta er ásett við lóg, og tryggingarskyldan er galdandi fyri bæði lønt og ólønt arbeiði.

Arbeiðstøkutrygging:
Skalt tú byggja ella umbyggja hús, er tað skilagott at hava eina arbeiðstøkutrygging. Arbeiðstøkutryggingin fevnir um tíðarskeiðið frá tí, at arbeiðið byrjar, og til tað er liðugt. Hetta tíðarskeiðið fevnir tryggingin um skaðar, sum koma av arbeiðinum, og um tilfarið, sum liggur á byggiplássinum – til dømis í túninum – meðan tryggingin er galdandi. 

Atvoldarsamband:
Eisini kallað Orsakssamanhangur. Tað merkir, at fyri at tryggingartakarin kann fáa endurgjald fyri ein skaða, skal beinleiðis samband vera millum hendingina, sum elvir til skaðan, og sjálvan skaðan. Á løgfrøðiligum málið verður tað kallað kausalitetur.

Avsláttarskipan – í sambandi við bilar:
Avsláttrarskipan er tað sama sum bonusskipan. Ein avsláttarskipan kann geva bilaeigarum avsláttur. Tess longri tú hevur havt ein bil, tess størri avsláttur fært tú – og tess minni er tryggingargjaldið. Avsláttrarskipanin tekur eisini við, um tú ongan skaða hevur. 
Fremur tú skaða á bilin, missir tú avslátturin og tryggingargjaldið hækkar.

Avsláttarskipan – í sambandi við heildarkundar:
Avsláttur, sum tú fært, um tú hevur tvær ella fleiri privatar tryggingar hjá Betri Trygging. Jú fleiri tryggingar tú hevur, jú størri avsláttur fært tú.
 
Avlýsingartrygging:
Hevur tú innbús- og ferðatrygging hjá okkum, ber til eisini at tekna eina avlýsingartrygging, ið veitir tær endurgjald, um tú av ávísum ávum ikki fært farið á eina ætlaða ferð.
Til dømis um tú ella onkur av teimum, ið tú skalt ferðast saman við, fáa skaða ella verða sjúk undan fráferð, og læknin frámælir tykkum at fara avstað. Ella um endamálið við ferðini – til dømis ein konsert – verður avlýst. Ella um myndugleikarnir brádliga frámæla ferðum til landið, ið tit ætla tykkum til.
Á.
Ábyrgdartrygging:
Ein ábyrgdartrygging tekur við, um tú av óvart gert skaða á fólk ella ognir hjá øðrum. Til dømis um tú rennur á bilin hjá onkrum øðrum. Ábyrgdartrygging er lógarkravd til øll motordrivin akfør, sum hava nummarplátu – umframt hund og dronu. Ábyrgdartryggingin dekkar ikki skaðan, sum tú ella tínar egnu ognir fáa, men einans skaðan, sum tú hevur gjørt á onnur ella á ognirnar hjá øðrum.
Ábyrgdartryggingin fevnir tó um sálarfrøðiliga kreppuhjálp og fólkaskaða, sum merkir, at tú fært endurgjald, um tú sum førari fært skaða av ferðsluóhappi.
 
Ársferðatrygging:
Ein ársferðatrygging er ein ferðatrygging sum kann keypast sum tilval afturat innbústryggingini. Tryggingin fevnir um allar privatar ferðir upp til 60 dagar. Hon fevnir bæði um tann, sum stendur fyri tryggingini og alt húskið hjá viðkomandi. Harumframt ber til at velja, um tryggingin skal fevna um Evropa ella allan heimin. Hon dekkar, um tú mást á sjúkrahús á ferðini, um tú av ávísum ávum brádliga mást heim – ella um viðførið ikki kemur fram ella oyðilegst.
B.
Biltrygging:
Biltryggingin fevnir um bilin. Men tað er ymiskt hvussu væl fólk vilja tryggja bilin, og tí kanst tú hjá Betri Trygging velja ta tryggingina, sum hóskar best til tín tørv. Ábyrgdartryggingin er lógarkravd, tí hon fevnir um skaðar, sum tú gert á fólk ella ognir hjá øðrum. Harafturat kanst tú skrokktryggja bilin, soleiðis at tú eisini fært endurgjald, um tín egni bilur fær skaða. Hartil eru ymisk tilval – eitt nú parkeringsskaði. 

Bláa kortið:
Bláa kortið fært tú, tá ið tú teknar eina Ársferðatrygging. Tú skalt altíð hava Bláa kortið við tær uttanlands. Fært tú brúk fyri hjálp á ferðini, skalt tú seta teg í samband við SOS International. Tað stendur á Bláa kortinum, hvussu tú fært samband við tey. Bláa kortið finnur tú eisini á Mín Trygging, ið er appin hjá Betri Trygging. 
 
Bonusskipan:
Ein bonusskipan er tað sama sum ein avsláttarskipan, ið kann geva bilaeigarum avsláttur. Tess longri tú hevur havt ein bil, tess størri avsláttur fært tú og tess minni er tryggingargjaldið. Gert tú skaða á bilin, missir tú avslátturin og tryggingargjaldið hækkar.
 
Brádliga íkomin skaði ella brádliga ákomin skaði:
Brádliga íkomin skaði og brádliga ákomin skaði eru tað sama. Hesin dekningur er ein partur av sethúsatryggingini og fevnir um brádligan skaða á lutir, sum eru fastir í húsinum ella ognini. Tað vil siga veggir, gólv, loft, tak og so framvegis.

Brádligur skaði:
Brádligur skaði er eitt tilval til innbústryggingina. Brádligur skaði fevnir um skaða, sum hendir brádliga og óvæntað. Hetta merkir, at skaðin ikki kemur spakuliga – yvir eitt longri tíðarbil – ella av dagligari nýtslu og sliti. Til dømis um tú skuldi mist telefonina, so skermurin brotnar. Um tú setur teg á brillurnar. Ella um okkurt dettur niður av vegginum og fær skaða.
 
Bygningsbrunatrygging:
Bygningsbrunatryggingin er partur av sethúsatryggingini. Tryggingin dekkar, um logandi eldur, sum breiðir seg av sær sjálvum, ger skaða á húsini. Tryggingin dekkar ikki, um tú til dømis missir eina sigarett á eitt teppi og teppið fær skaða.
C.
Co-insurance:
Tað sama sum samtrygging, ið merkir, at fleiri fyritøkur standa á sama tryggingarskjali í sambandi við eitt arbeiði, tær gera í felag. 
Til dømis um ein fyritøka, sum stendur fyri einum arbeiði, tryggjar bygningin, bátin ella tað, sum bygt verður,  kann hon krevja, at aðrar fyritøkur, sum eisini gera arbeiði í bygninginum ella bátinum, eru samtryggjaðar á tryggingarskjalinum.
D.
Deklaratióntryggingar:
Kunnu fevna um alifisk, flutning, goymslur ella aðrar tryggingar, har tað støðugt er skiftandi virði og virksemi – og tað tí er trupult at áseta rætta virðið eitt ár fram.
Tú boðar tryggingarfelagnum frá væntaðum virksemi fyri komandi árið. Síðani sendir tú eina uppgerð hvønn mánað, har tú vísir á, hvat veruliga virðið verður ella var. Deklaratiónstryggingar kunnu vera undan-uppgerðir (før-deklarering) ella eftir-uppgerðir (efter-deklarering) – alt eftir um tú boðar frá virðinum fyri komandi mánaðin ella fyri júst farna mánað. 

Dekningur:
Dekningur verður róptur fulnaður á føroyskum. Dekningur er tað, sum tryggingin fevnir um og rindar fyri, tá ið ein skaði hendir.

Drypp og seyr:
Vatn, sum dryppar ella seyrar í einum bústaði. Til dømis um ein krani dryppar ella um tað dryppar úr einum radiatori ella røri. Tryggingin fevnir sum útgangsstøði um drypp og seyr úr rørum, sum ikki síggjast – eitt nú í gólvinum ella millum skins og hold. Tryggingin fevnir ikki um drypp og seyr úr sjónligum rørum.
E.

Eldur:
Tá ið tryggingin tosar um eld, kann tað lýsast soleiðis: eldur, sum tamarhald ikki er á. Logandi eldur, sum kann breiða seg av sær sjálvum.

El-skaði:
Tilval til innbústryggingina. Tryggingin fevnir um skaðar á elektrisk tól, leidningar ella komponentar í elektriskum tólum orsakaður av skammlopi, induktión, streymvillu, yvirspenningi ella tílíkum. 

Endurgjaldsábyrgd:  
Endurgjaldsábyrgd kann venda tveir vegir:

  1. Tá eitt tryggingarfelag staðfestir fyri tryggingartakaranum, at tað hevur ábyrgd at veita endurgjald. Tað vil siga, at tryggingin rindar fyri ein skaða.
  2. Um tað verður staðfest løgfrøðiliga, at tann, sum hevur elvt til ein skaða, hevur skyldu at veita endurgjaldið.

Endurhýsing:
Um bústaðurin er vorðin ónýtiligur orsakað av einum skaða, veitir tryggingin endurhýsing. Tað merkir, at tú og húskið fáa eitt nýtt stað at búgva, inntil skaddi bústaðurin er gjørdur aftur. Fortreytin er, at talan er um skaða, sum tryggingin dekkar – eitt nú eldskaða, vatnskaða ella stormskaða.

 

F.
Fastogn:
Fastogn er tað øvugta av leysafæ. Tað merkir alt, sum er stoypt, grundað og fest. Alt tað, sum ikki kann flytast. Til dømis sethúsið, úthúsið ella fjósið. Alt, sum ikki dettur úr húsinum, um tú vendir tað á høvdið og ristir.
 
Ferðsluábyrgd:
Eisini nevnd ábyrgdartrygging. Hetta er ein lógarkravd trygging, sum øll akfør við nummarplátu skulu hava. Tryggingin kann eisini teknast til onnur motordrivin akfør – til dømis traktorar og trukkar. Men hava tey ikki nummarplátu, er tryggingin ikki lógarkravd.

Flutningstrygging:
Trygging, sum dekkar, tá ið ein vøra skal flytast frá A til B. Sama um tað er innbúgv, fiskur, vørur til at selja – ja, alt, sum skal flytast. Tryggingin dekkar skaðar, sum henda undir flutninginum. 

Forfallsdagur:
Eisini nevnt høvuðsforfall. Hetta er tann dagurin, tá ið tryggingin verður endurnýggjað. Ein dagur um árið.

Fulnaður:
Tað sama sum dekningur. Tað, sum tryggingin fevnir um og rindar fyri, tá ið ein skaði hendir.
G.
Gjaldsdagur:
Dagurin, tá tryggingin skal gjaldast. Hetta kann vera mánaðarliga, hvønn ársfjórðing, hvørt hálvár ella árliga.

Grøna kortið: 
Fert tú á bilferiu í fylgjandi londum, skalt tú hava Grøna kortið við: í Albania, Bosnia-Herzegovina, Hvítarusslandi, Iran, Ísrael, Makedónia, Marokko, Moldova, Motenegro, Russlandi, Tunesia, Turkalandi og Ukraina. Í hesum londum er Grøna kortið prógv um, at bilurin er ábyrgdartryggjaður í Føroyum ella Danmark.  
Gev gætur, at tú í øðrum londum skalt hava Reyða kortið við, um tú fert á bilferiu,  sum eitt prógv um, at bilurin er ábyrgdartryggjaður.
H.
Heildarkundaavsláttur:
Avsláttur, sum tú fært, um tú ert privatkundi (tað vil siga ikki vinnuligur kundi) og hevur tvær ella fleiri tryggingar hjá Betri Trygging. Fleiri tryggingar tú hevur, størri avsláttur fært tú.
 
Húsaleigutap:
Partur av sethúsatryggingini. Tryggingin veitir endurgjald fyri mista leiguinntøku, um leigubústaðurin er vorðin ónýtiligur orsakað av einum skaða, sum tryggingin fevnir um.
Til dømis um tú leigar eina íbúð út í kjallaranum, íbúðin fær skaða og leigarin hjá tær má flyta út. Um tryggingin tekur við skaðanum, veitir tryggingin eisini endurgjald fyri mista leiguinntøku.
 
Húski:
Við húski er at skilja: Húsfólk, ið búgva hjá viðkomandi, sum hevur teknað tryggingina. Húski fevnir sostatt um maka og heimabúgvandi børn – eisini íroknað fostur- og gávubørn – um tey á Fólkayvirlitinum standa at búgva hjá tí, sum hevur teknað tryggingina. 
 
Høvuðsforfall:
Eisini nevnt forfallsdagur. Dagurin, tá tryggingin verður endurnýggjað. Ein dagur um árið.
I.
Innbúsroknari: 
Ein roknari, har tú skjótt og einfalt - við at tøppa nakrar fáar upplýsingar inn - kanst fáa eina vegleiðandi meting av, hvat tú eigur at tryggja títt innbúgv fyri. Innbúsroknaran finnur tú á heimasíðuni og á appini Mín Trygging. 

Innbústrygging:
Trygging, sum fevnir um innbúgv og ognir í heiminum. Til dømis møblar, køkslutir, klæðir og so framvegis. Alt, sum dettur úr húsinum, um tú vendir tað á høvdið og ristir.
Í
Vit hava einki orð funnið, sum byrjar við í. Leitar tú eftir einum orði við í, ert tú vælkomin at senda okkum tað í teiginum niðast, so fáa vit tað inn her.
J.
Vit hava einki orð funnið, sum byrjar við j. Leitar tú eftir einum orði við j, ert tú vælkomin at senda okkum tað í teiginum niðast, so fáa vit tað inn her.
K.
Kaskotrygging:
Tað sama sum skrokktrygging. Tá vit tosa um báta- og biltryggingar, hoyra vit ofta um skrokkin á bátinum ella bilinum. Skrokkurin kann roknast sum beinagrindin á bilinum ella bátinum – altso sjálvt farið.
L.
Lakkfrádráttur:
Í sambandi við biltrygging. Virðið á lakkinum minkar við aldrinum – og hvussu nógv bilurin hevur koyrt. Tá bilurin er eldri enn 3 ár ella hevur koyrt meiri enn 40.000 km, tekur lakkniðurskrivingin við. Tað vil siga, at fært tú tá skøvur ella steinsløg á lakkið, so rindar tú ein part sjálv/ur, tí lakkið er slitið frammanundan. Jú eldri bilurin gerst - ella jú meiri hann hevur koyrt, jú meiri verður virðið á lakkinum niðurskrivað. 

Lásahjálp:
Um tú hevur dekningin ‘lásahjálp’, tekur tryggingin við, um tit eru útistongd og ikki sleppa inn í húsini. Hetta fevnir um ein skaða um árið og tryggingin rindar í mesta lagi 1200 krónur árliga.

Lega: 
Partur av bátatryggingini, sum tekur við, tá ið báturin liggur og ikki er í drift. Tá minkar tryggingargjaldið, tí váðin fyri skaða er minni. 

Leigubilur: 
Um tín bilur skal á verkstað í sambandi við ein tryggingarskaða, kann henda tryggingin fevna um útreiðslur til ein leigubil - upp til 5000 kr. Innan vinnutryggingar eitur tryggingin fyri “Leigubil” “Tiltaksakfar”.

Leysafæ:
Øvugt av fastogn. Leysafæ merkir allir lutir og innleggingar, sum kunnu flytast og sum ikki eru partur av sjálvum bygninginum. Til dømis innbúgv og búnýti. Í stuttum kunnu vit siga, at tað er alt, sum dettur úr húsinum, um tú vendir tí á høvdið og ristir.

Limakrónur:
Limakrónur er vinningsbýtið, sum verður deilt út av yvirskotinum hjá Betri Holding. Kundarnir í Betri Trygging fáa limakrónur eina ferð um árið. Tínar limakrónur verða ásettar eftir tí upphædd, tú hevur rindað fyri tínar tryggingar farna árið. Miðað verður eftir at limakrónurnar eru 8-10% av tryggingargjaldinum.

Lívstrygging:
Lívstryggingin verður útgoldin, tá ið tann, hon er teknað til, doyr. Vit tekna lívstryggingar til fólk og djór.
 
Lógarkravd trygging:
Ein lógarkravd trygging er ein trygging, sum tú sambært føroysku lóggávuni ert bundin at tekna tær. Í Føroyum er tað krav at tryggja bilar, akfør, hund og dronur.
Um tú hevur fólk í arbeiði, hevur tú eisini skyldu at tryggja tey við eini arbeiðsskaðatrygging.
 
Lyklafulnaður:
Um tú hevur eina trygging, sum hevur dekningin ’lyklafulnað’, fært tú endurgjald frá tryggingini, um lykilin til bilin verður mistur ella stolin.
M.
Manningarognir:
Tilval í bátatryggingini. Tryggingin dekkar persónligar ognir hjá manning umborð á skipi ella báti. Hon tekur við, um fullur bátsskaði er – ella um skaðin stendst av ávísum orsøkum, so sum eldi, spreinging, um farið søkkur, rennur á og so framvegis. 
 
Manntóm / mannleys sethús:
Hús, sum eingin býr fast í. Til dømis summarhús, frítíðarhús ella hús, sum verða útleigað í styttri tíðarskeið til dømis ígjøgnum airbnb,
 
Mín Trygging: 
Mín Trygging er appin hjá Betri Trygging.  Har kanst tú boða frá skaða, síggja hvørjar tryggingar eru teknaðar og frávaldar, síggja yvirlit yvir kostnað,  tekna tilvalstryggingar, tillaga tryggingarupphæddir, rokna virðið á innbúnum, hava Bláa kortið og Reyða kortið við hondina, stovna fulltrúð, so til dømis makin kann síggja, broyta og boða frá skaða, síggja samskiftið frá Betri Trygging og kanna, um tú og húskið eru rætt tryggjað.
N.
Netálopstrygging:
Netálopstryggingin hjá Betri Trygging er trygging til fyritøkur sum tekur við, um fyritøkan verður rakt av álopi á netinum.

Niðurskrivingartalva:
Vit vita, at lutir fella í virði sum teir eldast. Tí minkar endurgjaldið, sum tryggingin veitir fyri lutur, eisini við tíðini. Niðurskrivingartalvurnar vísa, hvussu stórur dekningurin av einum møguligum skaða er, alt eftir aldrinum á lutinum. Ymiskar niðurskrivingartalvur eru fyri ymsar lutir.
 
Nývirði:
Prísurin, sum tað kostar at fáa sama lut aftur. Tá er frádráttur fyri aldur og brúk ikki roknaður frá.

Nývirðisendurgjald: 
Um bilurin innanfyri tað fyrsta árið fær ein skaða, sum kostar meiri enn 50% av  nývirðinum á bilinum at gera aftur – so fært tú ein nýggjan sama slag bil. Treytin er, at tú ert fyrsti skrásetti eigarin.

Nývirðistrygging:
Ein trygging sum veitir endurgjald fyri prísin, sum tað kostar at fáa sama lut aftur. Tá er frádráttur fyri aldur og brúk ikki roknaður frá.
O.
Ognarfelag tryggingartakaranna: 
Allir kundar hjá Betri Trygging eru limir í Ognarfelagi Tryggingartakaranna. Tað er Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri P/F. Kundar í Betri Trygging kunnu stilla upp og hava valrætt til Umboðsráðið hjá Ognarfelagið Tryggingartakaranna, har tilsamans 35 umboð eru. Umboðsráðið velur nevndina hjá Betri P/F, góðtekur roknskapin og kann eisini gera viðtøkubroytingar í felagnum.

Ognarskiftistrygging:
Trygging, sum ein seljari kann bjóða keypara í sambandi við ognarskifti. Um keyparin tekur av, verður tryggingin teknað hjá keyparanum. Tryggingin fevnir um møguligar feilir og manglar í ognini, sum hvørki seljari ella keypari vita um, tá ið ognin skiftir eigara.
Ó.
Ósketni: 
Burdi tú havt sæð, at ein skaði kundi henda av tínum gerðum? Hevur tú borið teg óansið ella gáloysið at, so at ein skaði er hendur? Ja, so kemur tað undir ósketni. 
Tryggingin fevnir í summum førum um ósketni – og í øðrum førum ikki. Tað veldst um, hvussu grovt ella einfalt ósketni, tú hevur sýnt – altso í hvussu stóran mun tú átti at vitað, at skaði kundi standast av tínum gerðum. Tað verður mett um í hvørjum føri sær.
P.
Polisa:
Polisan er títt tryggingarskjal. Hetta er ein skrivlig váttan um, at tú og tryggingarfelagið hava gjørt eina avtalu um trygging.
 
Premia:
Tað sama sum tryggingargjald. Premian er prísurin, sum tú rindar fyri tryggingina. Tryggingargjaldið kann rindast mánaðarliga, hvønn ársfjórðing, hvørt hálvár ella árliga.
 
Privat ábyrgd:
Privat ábyrgd er ein dekningur í innbústryggingini. Privat ábyrgd dekkar, um tú – ella onkur í húski tínum – ger skaða á onnur ella ognir hjá øðrum.

Pro anno: 
Árliga 

Produktábyrgd (í sambandi við vinnu- og produktábyrgdartrygging):
Ábyrgdin, sum liggur á tær, um skaðar standast av vørum, tænastum ella veitingum, sum tín fyritøka hevur latið. Tryggingin dekkar ikki sjálvt produktið, men avleiðingina av skaðanum.
 
Prorata:
Niðursettur dekningur um tú ert undirtryggjaður ella ikki ert tryggjaður rætt. Til dømis um tú hevur tryggjað innbúgvið fyri hálva millión, tá ið veruliga virðið er ein millión. Tá hevur tú bara tryggjað fyri helvtina av virðinum – og tað sæst aftur í tryggingarútgjaldinum, um skaði hendir.
R.
Regress:
Tað sama sum aftursókn. Tryggingarfelagið veitir endurgjald fyri ein skaða, men krevur pening aftur frá viðkomandi, sum var atvold til skaðan. Um tann, sum elvdi til skaðan, hevur eina trygging, sum dekkar hetta, er tað tryggingin hjá viðkomandi, sum endurrindar kostnaðin til tryggingarfelagið. Um ikki, má tann, sum elvdi til skaðan, sjálvur rinda.

Reyða kortið: 
Reyða kortið skalt tú hava við, um tú fert á bilferiu. Reyða kortið prógvar, at akfarið er skrokktryggjað í føroyskum ella donskum tryggingarfelag. Kortið skal vísast, um nakað hendir við akfarinum. Minst eisini til at hava Reyða kortið við, um tú fert til við húsbili ella húsvogni, sum er skrokktryggjaður. 
Gev gætur, at tú í fylgjandi londum eisini mást hava Grøna kortið við: í Albania, Bosnia-Herzegovina, Hvítarusslandi, Iran, Ísrael, Makedónia, Marokko, Moldova, Motenegro, Russlandi, Tunesia, Turkalandi og Ukraina. Í hesum londum er Grøna kortið prógv um, at bilurin er ábyrgdartryggjaður í Føroyum ella Danmark. 

Ristorno:
Afturgjalding av goldnum tryggingargjaldi. Til dømis um tú hevur selt ein bil, sum er tryggjaður eitt hálvt ár fram, og tryggingargjaldið longu er goldið. So fært tú peningin, sum tú hevur goldið ov nógv fyri tryggingina, afturgoldnan.

Rivur og op: 
Tá ið tað til dømis í nógvum vindi lekur inn ígjøgnum rivur og op í einum húsi, og eingin onnur orsøk er til lekan – til dømis, at einki sjónliga er fokið á tak ella vegg og hevur gjørt skaða. Sum útgangsstøði dekkar tryggingin ikki lekar ígjøgnum rivur og op.
S.
Sambúgvi:
Fólk í parlagi, sum hava búð saman á sama bústaði í minst tvey ár.

Samtrygging: 
Tá ið fleiri fyritøkur standa á sama tryggingarskjali í sambandi við eitt arbeiði, tær gera í felag. Til dømis um ein fyritøka, sum stendur fyri einum arbeiði, tryggjar bygningin, bátin ella tað, sum bygt verður, kann hon krevja, at aðrar fyritøkur, sum eisini gera arbeiði í bygninginum ella bátinum, eru samtryggjaðar á tryggingarskjalinum.  

Sálarlig kreppuhjálp:
Til ávísar tryggingar er sálarlig kreppuhjálp partur av dekningunum. Tryggingin rindar fyri sálarliga kreppuhjálp hjá sálarfrøðingi í upp til 10 tímar, um ein brádlig hending hevur við sær, at tú kemur í sálarliga kreppu og hevur tørv á bráðneyðugari sálarligari hjálp.

Serskaði:
Hetta er ein tilvalstrygging til biltryggingina. Serskaði fevnir um fleiri ymiskar skaðaorsøkir, eitt nú herverk á bilin og glasskaðar.  

Sjálvsábyrgd:
Upphæddin, sum kundin sjálvur rindar fyri at gera ein skaða aftur. Upphæddin á sjálvsábyrgdini er ymisk, alt eftir hvørja trygging talan er um.
 
Skaðaelvari:
Onkur, sum hevur elvt til skaða.

Skaðauppgerð:
Tað, sum tryggingarfelagið metir, at tað kostar at endurrinda skaðan ella gera skaðan aftur sambært galdandi treytum.

Skrokktrygging:
Tað, sum á donskum eitur kasko. Tá vit tosa um báta- og biltryggingar, hoyra vit ofta um skrokkin á bátinum ella bilinum. Skrokkurin kann roknast sum beinagrindin í bilinum ella bátinum. Tað vil siga sjálvt farið. Hevur tú til dømis skrokktryggjað bilin, dekkar tryggingin tín egna bil eisini, um tú rennur á, meðan ábyrgdartryggingin bara fevnir um skaðar, sum tú gert á fólk ella ognir hjá øðrum. 
 
Skrokkinteressa:
Skokkinteressa er eitt tilval til bátar og skip. Hevur tú skrokkinteressu verður eitt eyka endurgjald veitt, um báturin ella skipið fær fullan skaða.

Sólblómuráðgeving:
Sólblómuráðgevingin hjá Betri Trygging er partur av sólblómuskipanini, sum er ein altjóða skipan, ið veitir fólki við ósjónligum breki hóskandi tænastu.

Sumtrygging:
Tá ein SUM-trygging verður teknað, verður luturin tryggjaður fyri eina ávísa upphædd. Hendan upphæddin er hægsta tryggingarendurgjald, sum kann veitast í sambandi við skaða. Hendan upphæddin er ein avtala millum tryggingarfelag og tryggingartakara.
T.
Tilskilan:
Tá ið tú á vanlukkutryggingini tilskilar, merkir tað, at tú skrivar, hvør skal hava útgjaldið, um tú doyrt. Tað kann vera sambúgvi, børn, foreldur, ein vælgerandi felagsskapur ella onnur. Um tú ikki tilskilar nøkrum pengarnar, verða teir latnir eftir arvalógini. 

Tiltaksakfar: 
Um tín vinnuligi bilur skal á verkstað í sambandi við ein skrokkskaða, kann henda tryggingin fevna um útreiðslur til ein leigubil frá triðja umvælingardegi - upp til 15.000 kr. 
Er talan um størri akfar - til dømis ein lastbil - verður veitt upp til 30.000 kr í endurgjaldi.
Innan tryggingar til privat eitur tryggingin fyri “Tiltaksakfar” “Leigubilur” .

Tilval:
Til nakrar tryggingar bjóða vit ymisk tilval, ið gera, at tú kanst laga tryggingina júst til tín tørv. Tilvalstryggingar tryggja ymist, sum annars ikki er umfatað. Til dømis kanst tú tekna tilvalið “vælverubúgv” til sethúsatryggingina, um tú hevur hitapott, uttandura sauna, markisu ella líknandi. Ella tú kanst tekna tilvalið “parkeringsskaða”, um tú vilt tryggja teg móti smáskaðum, sum koma, meðan bilurin stendur parkeraður.

Toybil: 
Tá ið tað fer at regna illa eftir nógvan kava, kavin bráðnar og vatnmongdirnar gerast so stórar, at vanligu vatnleiðingarnar ikki megna at svølgja nógva vatnið. Tað kann elva til vatnskaða, og sum útgangsstøði fevnir tryggingin um skaðar, sum standast av toybili. 

Tryggingargjald:
Tað sama sum premia. Tryggingargjaldið er prísurin sum tú rindar fyri tryggingina. Tryggingargjaldið kann rindast árliga, hvørt hálvár, hvønn ársfjórðing ella mánaðarliga

Tryggingarhædd: 
Tað sama sum tryggingarupphædd. Tann upphæddin, sum okkurt er tryggjað fyri. 

Tryggingarskjal:
Tað sama sum polisa. Hetta er ein skrivlig váttan um, at tú og tryggingarfelagið hava gjørt eina avtalu um trygging.
 
Tryggingartakari:
Tryggingartakarin er tann, ið hevur teknað tryggingina og stendur fyri henni.
 
Tryggingarupphædd:
Tað sama sum tryggingarhædd. Tann upphæddin, sum okkurt er tryggjað fyri.
 
Tryggingarvirði:
Samlaða virðið á tí, sum er tryggjað.

Tøknitrygging:
Tilval til innbústryggingina. Tøknitryggingin fevnir um elektrisk tól við tilhoyri, sum tann tryggjaði eigur. Tryggingin veitir endurgjald fyri skaða, tá talan er um virkisbrek á elektrisk tól, sum eru undir 4 ár – ella um mekaniskt ella elektriskt brek ger, at tólið ikki kann brúkast til sítt endamál.
U.
Undirtrygging:
Undirtrygging merkir, at samlaða virðið á tínum lutum er hægri enn tað, sum tú hevur tryggjað teir fyri – og sum er upplýst í tryggingarskjalinum. Um tú til dømis eigur innbúgv fyri eina millión, men bara hevur tryggjað tað fyri 500.000 kr, hevur tú í roynd og veru bara tryggjað helvtina.  Hendir tá ein skaði – til dømis ein vatnskaði, har innbúgvið fær skaða – er avleiðingin, at tryggingin ikki dekkar alt innbúgvið, tí tú jú ikki hevur tryggjað alt innbúgvið. 

Uppgangur:
Uppgangur snýr seg um sjógv. Eitt nú um brim ella um óvanliga høga flóð, ið ger skaða. Tryggingin dekkar vanliga ikki uppgang.
Ú.
Útstreyming:
Útstreyming snýr seg um vatnskaðar. Tað kann til dømis vera, um eitt rør brestir – og vatn streymar út í stórum mongdum. 
V.
Vanlukkutrygging:
Persónlig trygging, ið veitir endurgjald, um tú fært skaða. Til dømis um tú av eini brádligari vanlukkuhending gerst avlamin.

Vantandi viðlíkahald – fastogn:
Bygningar, innleggingar og tilhoyr mugu við jøvnum millumbilum viðlíkahaldast.
Um ein skaði stendst av vantandi viðlíkahaldi, kann tryggingarfelagið minka um endurgjaldið.

Vantandi viðlíkahald – leysafæ:
Tól og innbúgv mugu við jøvnum millumbilum viðlíkahaldast. Um ein skaði stendst av vantandi viðlíkahaldi, kann tryggingarfelagið minka um endurgjaldið.

Viðgerðartrygging:
Hevur tú viðgerðartrygging, eru eingir bíðilistar. Við hesi trygging tryggjar tú tær tíð á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovni við viðkomandi serkunnleika – innan 10 arbeiðsdagar.

Virðisminking:
Virðisminking merkir, at tryggingarfelagið ikki rindar fyri nývirði á einum luti, men at ein frádráttur verður gjørdur fyri aldur og slit á lutinum.

Víðkaður rørskaði: 
Víðkaður rørskaði er ein tilvalstrygging til sethúsatryggingina. Hon tekur við, um sjónlig rør fara at leka, dryppa ella seyra og vatnskaði stendst av. 

Vælverubúgv:
Vælverubúgv er ein tilvalstrygging til sethús, sum tekur við, um hitapottur, markisa, uttandura sauna ella hitari, sum eru forsvarliga fest, fáa skaða av stormi ella eldi.
Y.
Yvirsýn:
Um ósemja er um skaðauppgerðina millum tryggingartakara og tryggingarfelag, kann avtala gerast um at lata óheft metingarfólk meta um skaðan. Hetta verður rópt yvirsýn. Yvirsýnið er endaligt og bindandi fyri báðar partar.
Ý.
Vit hava einki orð funnið, sum byrjar við ý. Leitar tú eftir einum orði við ý, ert tú vælkomin at senda okkum tað í teiginum niðast, so fáa vit tað inn her. 
Æ.
Vit hava einki orð funnið, sum byrjar við æ. Leitar tú eftir einum orði við æ, ert tú vælkomin at senda okkum tað í teiginum niðast, so fáa vit tað inn her. 
Ø.
Vit hava einki orð funnið, sum byrjar við ø. Leitar tú eftir einum orði við ø, ert tú vælkomin at senda okkum tað í teiginum niðast, so fáa vit tað inn her. 

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir? 

Vit heita á teg um at senda okkum eini boð, um tú ikki fanst tað, tú leitaði eftir.

Vit fara støðugt at menna orðabókina og leggja orð og hugtøk afturat. Tí vilja vit fegin hoyra frá tær, um tú hevur eitt ískoyti, sum kann gera orðalistan meiri fullfíggjaðan.