42 mió. aftur til limirnar

Vit fara nú at býta út av tí, sum vit hava forvunnið. Síðst í apríl 2023 fara tey, sum hava trygging hjá Betri Trygging, at fáa umleið 10% av tryggingargjaldinum útgoldið.

Hví fáa tryggingartakarar limakrónur?
Hvør fær? Nær? Og hvussu nógv? Niðanfyri kanst tú lesa eitt sindur um limakrónur og hvat tað inniber at vera limur í Betri Trygging.

Fer skattur av?

Eins og øll onnur inntøka eru limakrónurnar skattskyldugar.

Fyri vanligar skattgjaldarar er inntøkan at rokna sum B-inntøka. TAKS fær boð frá okkum um títt útgjald og verður skatturin trektur sjálvirkandi.

Um tú ert vinnukundi, er inntøkan at rokna sum einhvør onnur skattskyldug inntøka, og má fyritøkan sjálv inntøkuføra hetta í rakstrinum.

Skattur

Spurningar og svar

Hví fái eg limakrónur? Hvussu nógv fái eg? Nær fái eg limakrónurnar? Her fært tú svar uppá ofta settar spurningar um limakrónur.

Hevur tú spurningar?

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara.

348 600