Samanhald

Betri var sett á stovn, tí í Føroyum býr eitt fólk, sum fyri øldum síðani dugdi at síggja, at skulu vit liva á hesum berligu klettum, so mugu vit halda saman. Hetta samanhaldið sæst aftur í okkara virksemi: Betri er skipað sum eitt demokratiskt felag, har tú velur, hvør stýrir felagnum.

Samfelagsábyrgd

Hartil kemur tann stóra ávirkanin, vit hava á føroyska samfelagið. Við at lata stuðul til sovorðið sum ítrótt, mentan, gransking og heilsu viðurkenna vit ta stóru ábyrgd, vit hava í Føroyum.

Hví? Tí her í landinum halda vit saman. Tað er einasti mátin at menna okkara samfelag frameftir.

Hesum stuðla vit

Samfelagsábyrgd
Vit býta nú út av tí, vit forvinna

Vit býta nú út av tí, vit forvinna

Framyvir fer Betri hvørt ár at lata limunum ein part av tí, sum felagið forvinnur. Talan verður um ein prosentpart av tí, sum tú rindar í tryggingum hjá Betri Trygging, sum verður tær afturgoldið. Sostatt er talan um ymiskar upphæddir – alt eftir, hvørja trygging tú hevur teknað tær.

Hvussu gongur tað fyri seg? Nær á árinum verður tað útgoldið?

Les nærri

Tú velur, hvør stýrir

Ert tú kundi í Betri Trygging, fært tú stóra ávirkan á samtakið. Tí tað eru tryggingartakararnir, sum velja, hvør situr í Umboðsráðnum, og Umboðsráðið velur so, hvør stýrir Betri. Einfalt. Demokratiskt.

Hvat ger Umboðsráðið akkurát? Nær verður valt? Kann eg stilla upp?

Les meira um Umboðsráðið

Eldri fólk

Soleiðis er Betri bygt upp

Betri er eitt felag, sum kundarnir eiga, og Betri er skipað sum eitt samtak við fýra dótturfeløgum. Hesi bæði tingini gera, at vit hava eitt tætt tilknýti og eitt sterkt samanhald.

Og hetta ger okkum so før fyri at gera tingini betri, enn tey vóru áðrenn: Betri fyri samfelagið, betri fyri okkum sum fyritøku og betri fyri teg sum kunda.

Tí siga vit, at Betri er til fyri kundarnar, tí kundarnir eiga Betri. Soleiðis var tað frá fyrsta degi, og soleiðis fer tað altíð at vera.

Betri gjøgnum árini

Fýra feløg – ein familja

Tey fýra dótturfeløgini eru Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim. Hvørt felag hevur sína serligu styrki og sín heilt ítøkiliga leiklut. Men tey hava øll eitt í felag: Tey koma tær til hjálpar, uttan mun til hvar tú ert á lívsleiðini.