Um ognarfelagið
Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur Betri P/F samtakið
Endamálið hjá felagnum er at umsita ognir felagsins á best møguligan hátt og í hesum sambandi antin beinleiðis ella gjøgnum annað felag at eiga partapeningin í P/F Betri Trygging og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Eisini kann felagið byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga, umframt annað virksemi í hesum sambandi. Hetta verður gjørt umvegis partafelagið P/F Betri, ið er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag. Allir tryggingartakarar í P/F Betri Trygging eru limir í felagnum og kunnu velja tilsamans 35 umboð í Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Uppgávur hjá umboðsráðnum
Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er:
- at skipa aðalfundir felagsins
- at velja nevnd (Ognarfelag Tryggingartakaranna)
- at góðkenna ársroknskapin
- at gera møguligar viðtøkubroytingar
Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir.