Um ognarfelagið

Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur Betri P/F samtakið

Endamálið hjá felagnum er at umsita ognir felagsins á best møguligan hátt og í hesum sambandi antin beinleiðis ella gjøgnum annað felag at eiga partapeningin í P/F Betri Trygging og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Eisini kann felagið byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga, umframt annað virksemi í hesum sambandi. Hetta verður gjørt umvegis partafelagið P/F Betri, ið er skipað sum eitt samtak við móðurfelagi og trimum dótturfeløgum, har eitt av hesum feløgum eisini eigur egið dótturfelag. Allir tryggingartakarar í P/F Betri Trygging eru limir í felagnum og kunnu velja tilsamans 35 umboð í Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

 

Uppgávur hjá umboðsráðnum

Formligi leikluturin hjá Umboðsráðnum er:

  • at skipa aðalfundir felagsins
  • at velja nevnd (Ognarfelag Tryggingartakaranna)
  • at góðkenna ársroknskapin
  • at gera møguligar viðtøkubroytingar

Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir.