Umboðsráðsval

Annaðhvørt ár er val til Umboðsráðið

Hví kann ein velja til Umboðsráðið?

Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt limafelag við avmarknaðari ábyrgd. Allir tryggingartakarar hjá Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, eru limir í felagnum. Tað er hesin limaskapur, sum gevur rætt til at velja umboð í Umboðsráðið hjá felagnum.

Val til Umboðsráðið er annaðhvørt ár.

Betri bygnaður

Hvør kann stilla upp?

Allir tryggingartakarar í Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, kunnu stilla upp til umboðsráðsval. Fyri at umboða tryggingartakaran í Føroya størstu figgjarsamtøku á besta og tryggasta hátt, hevur felagið ásett ávísar treytir.


Treytir hjá valevnum

Fyri at vera valbærur til Umboðsráðið, skal valevni:

1)    Hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum

2)    Vera myndugur og hava ræði á búgvi sínum og hvørs vanliga umdømi ikki ger viðkomandi óegnaðan ella óverdan at vera umboðsfólk

3)    Ikki  hava fráboðað gjaldssteðg, hava biðið um neyðskuldarsemju, trotabúviðgerð ella skuldarumskipan

4)    Ikki vera undir gjaldssteðgi, trotabúaviðgerð, skuldarumskipan ella neyðskuldarsemju

5)    Ikki vera dømdur fyri brot á revsilógina ella lóggávuna um fíggjarligt virksemi ella hava framt onnur lógarbrot, sum vanligum umdømi ger viðkomandi óverdan at vera umboðsfólk og

6)    Lúka treytirnar fyri atkvøðurætti sambært (sí undir treytir hjá veljarum)

 

Harumframt kunnu núverandi og fyrrverandi stjórar, starvsfólk í felagnum og dótturfeløgum og teirra hjúnafelagar ella sambúgvar,  ikki veljast sum umboðsfólk. Tó kunnu fyrrverandi starvsfólk, tá ið 7 ár eru liðin, síðani hesi fóru úr starvi, veljast til umboðsfólk. Eingin kann virka sum umboðsfólk, um tey eru sett í starv í ella arbeiða fyri virkið, sum er kappingarneyti hjá felagnum og tess dótturfeløgum.


Treytir hjá veljarunum

Fyri at kunna velja til Umboðsráðsvalið skal veljari:

       1) Hava verið limir í felagnum síðani tann seinasta 1. januar fyri valið.

Allir limir, ið hava atkvøðurætt, hava minst eina atkvøðu og í mesta lagi 10 atkvøður fyri allar teknaðar tryggingar.

Limir við teknaðum tryggingum, har árliga tryggingargjaldið er minni enn kr. 50.000,-, hava eina atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar kr. 50.000,- í árligum tryggingargjaldi harafturat, fær limurin 1 atkvøðu upp til í mesta lagi 10 atkvøður.

Partafeløg, smápartafeløg, íognarfeløg, feløg, stovnar og aðrir juridiskir persónar kunnu lata atkvøðu við formanni teirra, stjóra, leiðara ella umboðsstjóra.

 

Tá ein stillar upp til Umboðsráðsval

Tá valár er, verður í august alment lýst við, at tryggingartakarar hjá Betri Trygging, sum lúka treytirnar, kunnu lata seg stilla upp til Umboðsráðsval.

 

Limir, ið ynskja at verða uppstillaðir, skulu boða frá hesum skrivliga til høvuðsskrivstovuna innan tann 1. september í tí árinum, valið verður. Saman við fráboðanini um uppstilling, skal viðkomandi limur leggja við váttan um bústað ella arbeiði og revsiváttan (sí viðtøkurnar.) Uppskotið um valevni skal vera undirskrivað av í minsta lagi 25 stillarum, sum eru limir í felagnum. Ein limur kann bert vera stillari hjá einum valevni til hvørt val, og tað kann bert vera ein limur á hvørjum lista.

Tá uppstillingarlistin er komin upp á pláss, verður valið útskrivað í september og atkvøðuseðlar sendir til allar tryggingartakarar við atkvøðurætti.

 

Tryggingartakarin hevur tveir møguleikar at velja. Antin talgilt ella við brævi. Samstundis fer lýsingarátak í gongd, har heitt verður á tryggingartakarar um at nýta sín atkvøðurætt við at greiða atkvøðu talgilt ella at senda inn atkvøðuseðil. Tá valið er talt upp, verður úrslitið kunngjørt á heimasíðuni hjá Betri og í miðlunum.

 

Hvat ger Umboðsráðið?

Uppgávan hjá Umboðsráðnum er at vera aðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Aðalfundurin velur m.a. nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna, góðkennir ársroknskapin og ger møguligar viðtøkubroytingar. Harumframt kann Umboðsráðið gera av, at tað á hvørjum ári eisini verða hildnir aðrir regluligir umboðsráðsfundir, har m.a. yvirskipað strategisk átøk verða umrødd. Í ráðnum eru 35 limir.

 

Hvat ger Ognarfelag Tryggingartakaranna?

Endamálið hjá felagnum er at umsita ognirnar á best møguligan hátt og í hesum sambandi antin beinleiðis ella ígjøgnum annað felag at eiga partapening í P/F Betri Trygging og øðrum feløgum og øðrum íløguvirksemi. Ognarfelagið Tryggingartakaranna eigur Betri P/F samtakið. Virksemi hjá samtakinum er økt munandi seinastu árini og høvuðsfeløgini eru nú Betri Trygging, Betri Pensjón, Betri Banki og Betri Heim. Samanlagt hava hesi feløg um 300 starvsfólk í starvi.