Smábátar

Bundin er bátleysur maður, tí ræður um at tryggja bátin væl. Hjá Betri Trygging kanst tú tryggja alt frá bátum undir 20BT til vatnskutarar og kappróðrarbátar.

Bátatrygging

Mest grundleggjandi bátatryggingin er skrokktryggingin

- og hartil bjóða vit hópin av tilvalum, so tryggingin hóskar júst til tín tørv og títt virksemi. Sama um tú fert onkran hendinga stuttleikatúr – ella um tú javnan rør út.

Tað er ikki lógarkravt at tryggja stuttleikabátar, men um báturin er vinnuligur, er lógarkravt, at tú hevur eina arbeiðsskaðatrygging. 

Vit viðmæla altíð, at tú í minsta lagi skrokktryggjar tær bátin. Skrokktryggingin fevnir um óvæntaðar skaðar, sum koma uttanífrá og raka sjálvan bátin og/ella maskinuna.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Les meira um skrokktrygging og tilvalsdekningar

Skrokktrygging

Skrokktryggingin umfatar skrokkin, maskinuna, fasta ísetta útgerð (snellur undantiknar) og útgerð, sum myndugleikarnir krevja.

Yvirskipað fevnir skrokktryggingin um skaða uttanífrá – til dømis herverk, sjóskaða og illveðursskaða.

Í skrokktryggingini er ein lítil ábyrgdartrygging, sum er avmarkað til tryggingarvirðið á bátinum – og sum tekur við, um tú rennur á ein annan bát undir sigling.

Endurgjald fyri skaða á maskinu og spøl verður endurgoldið, um:
- Eldur ella spreinging er í øðrum enn maskinu
- Báturin er sokkin, hvøldur, strandaður ella rennur á grunn
- Báturin hevur rent á fastan ella flótandi lut/reka, íroknað ís
- Báturin er fyri valdsgerð og ráni
- Báturin er fyri stuldri, sum ikki er framdur av manning ella ferðafólki
- Skaðin stendst av sjóskaða ella leka, sum tryggingin veitir endurgjald fyri

Umframt sjálvsábyrgdina verða nøkur ting niðurskrivað við aldri og sliti, til dømis nautisk tól, el-tól, presendingar og uttanborðadrev.

Tryggingin fevnir ikki um skaðar, sum millum annað koma av rusti, tæring ella vantandi viðlíkahaldi.

Tú kanst víðka bátatryggingina við at tekna eina hóskandi tilvalstrygging aftrat skrokktryggingini. Vit vilja mæla tær til at lesa um tilvalstryggingarnar aðrastaðni á síðuni, so tryggingarvalið hóskar júst til tín tørv og virksemi.

Best umtóktu tilvalstryggingarnar í løtuni eru Víðkað maskintrygging, Arbeiðsskaðatrygging, Ábyrgdartrygging og Snellutrygging.


Víðkað maskintrygging

Við hesum tilvalinum, ið er ætlað maskinum yngri enn 20 ár, verður endurgjald eisini veitt fyri annan skaða enn uttanífrákomandi skaðahending á maskinu, hjálpimotor, leysamotor og uttanborðadrev – til dømis um brek í maskinuni førir til skaða.

Tryggingin hyggur sostatt burtur frá flestu undantøkum um, nær skrokktryggingin veitir endurgjald fyri skaða á maskinu.

Umframt sjálvsábyrgdina verður skaðastøddin niðurskrivað við aldri.

Tryggingin fevnir ikki um skaðar, sum millum annað koma av rusti, tæring ella vantandi viðlíkahaldi.

Vit viðmæla, at tú lesur um skrokktryggingina, áðrenn tú velur Víðkað maskintrygging frá.


Flutningstrygging millum lond

Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at familjur fara uttanlands við bátinum at ferðast – og at báturin verður fluttur fyrsta teinin við skipi. Við hesum tilvalinum kanst tú tekna eina tilvalstrygging fyri flutningin av bátinum. Fert tú uttanlands við bátinum, mæla vit til, at tú ringir til okkara, so vit kunnu veita tær neyva ráðgeving. 

Henda tryggingin kann eisini teknast fyri bátar, sum verða keyptir uttanlands og skulu heim til Føroya.

Tá bátar verða fluttir innanoyggja, undir upptøku ella sjóseting, er vanliga tryggingarskjalið galdandi.

Víðkað siglingarleið

Um tú fert at sigla í Norðurlondum ella Stóra Bretlandi, er skrokktryggingin galdandi í upp til 60 dagar. Ætlar tú at sigla aðrastaðni, ella at vera burtur í longri tíð, ber til at tryggja fyri víðkaða siglingarleið. Tryggingin fevnir tá um tær leiðir, ið tú hevur boðað okkum frá frammanundan og sum eru settar í tryggingarskjalið. 

Fert tú uttanlands við bátinum, mæla vit til, at tú ringir  til okkara, so vit kunnu veita tær neyva ráðgeving. 

Snellur

Snellurnar kunnu eisini tryggjast móti somu vandum, sum skrokktryggingin annars fevnir um. Tað er ein føst sjálvsábyrgd fyri hvørja snellu.

Ábyrgdartrygging
Ábyrgdartryggingin tekur við, um tú gert skaða á fólk ella lutir hjá øðrum undir sigling. Tryggingin tekur eisini við, um tað stendst dálking av einum óhappi, um tær verður álagt at taka møguligt vrak burtur og um løn skal rindast onkrum fyri at bjarga mannalívi.

Við ábyrgdartryggingini rindar tryggingin upp til fimm milliónir kr í endurgjaldi, um tú gert skaða á annan bát. Hartil kann endurgjaldið fyri skaða á fólk vera upp til tíggju milliónir kr.

Avmarkaði ábyrgdarparturin undir skokktryggingini fevnir bert um ábyrgd fyri samanstoyt, og endurgjaldið fyri skaðan, tú hevur elvt til, verður avmarkað til tryggingarvirðið á tínum egna báti. Tað vil siga, at um tú gert skaða á ein dýrari bát, mást tú sjálvur rinda munin.  

Skrokkinteressa

Hetta tilvalið gevur tær møguleika at tekna trygging fyri 20% av virðinum afturat skrokktryggingini. 

Endurgjald verður bert goldið, tá talan er um fullan bátsskaða. 

Henda tryggingin er serliga viðkomandi fyri stórar, vinnuligar bátar og skip. 

Veiða og útgerð

Veiðu- og útgerðartryggingin fevnir um alt, sum er umborð av veiðu, ísi, olju, provianti, leysum fiskigreiðum (snellur undantiknar) og tílíkum, sum er ætlað at brúka upp umborð. Endurgjald verður bert goldið, tá talan er um fullan bátsskaða. 

Hendan tryggingin er serliga viðkomandi fyri stórar, vinnuligar bátar og skip.

Arbeiðsskaðatrygging

Arbeiðsskaðatryggingin fevnir um skaða á starvsfólk, meðan tey eru í arbeiði.

Hevur tú fólk í arbeiði í sambandi við bátin, ella avreiðir tú, hevur tú skyldu at tekna arbeiðsskaðatrygging fyri teg og tey, ið arbeiða umborð. Hetta er ásett við lóg, og tryggingarskyldan er galdandi bæði fyri lønt og ólønt arbeiði.

Arbeiðskaðatryggingin fevnir til dømis um:

  • Varandi mein í sambandi við arbeiðsskaða
  • Skaða á persónligar lutir
  • Sálarliga kreppuhjálp
  • Jarðarferðarhjálp
  • Tænastuna ”Betri Bati”, sum veitir persónliga hjálp

Húskið hjá tær er fevnt av arbeiðsskaðatryggingini, um arbeiðsviðurskifti teirra kunnu javnmetast við vanlig arbeiðstakaraviðurskifti. Legg tó merki til, at hjúnafelagi er bert fevndur av arbeiðsskaðatryggingini, um viðkomandi er løntur, og lønaravtalan lýkur krøvini í skattalóggávuni. 

Arbeiðsskaðatryggingin kann teknast, so hon eisini fevnir um ferðina til- og frá arbeiði.

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost