Ferðast

Ferðatrygging

Skulu tú ella tíni út at ferðast, eru tit tryggast, um tit hava teknað eina ferðatrygging, áðrenn tit fara. Ymiskt óvæntað kann henda á túrinum, og tá er best, um tit eru væl tryggjað.

Ferðatryggingin veitir endurgjald, um viðførið er seinkað ella verður burtur, um tú gerst sjúk/ur á ferðini og mást hava læknahjálp, um tú noyðist heim, tí okkurt álvarsamt hendir heima, um tú ert fyri stuldri á ferðini o.s.fr.

Hevur tú eina innbústrygging, kanst tú eisini tekna eina ársferðatrygging. Hon kann antin bara tryggja teg ella víðkast til at fevna um øll hini í húskinum, um tú ynskir tað. 

Vit viðmæla altíð eisini at tekna eina avlýsingartrygging. Hon veitir endurgjald, um tú av ávísum ávum ikki sleppur avstað. Til dømis um tú ella ferðafelagin verða sjúk undan fráferð, um endamálið við ferðini – til dømis ein konsert – verður avlýst ella um myndugleikarnir brádliga frámæla ferðum til landið, ið tit ætla tykkum til.

 

 

Vel ta ferðatrygging, sum hóskar best til tín

Europa

Evropa

  • Øll lond í Evropa
  • Alt húskið
  • Frítíðarferðir, lestrarferðir/ørindi
  • Ferðast upp í 60 samanhangandi dagar
  • Eingin eyka transfertíð
  • 24/7 bráðneyðug hjálp
  • Avlýsingartrygging skal teknast serskilt
Ferðast

Allur heimurin

  • Allur heimurin
  • Alt húskið
  • Frítíðarferðir, lestrarferðir/ørindi
  • Ferðast upp í 60 samanhangandi dagar
  • Eingin eyka transfertíð
  • 24/7 bráðneyðug hjálp
  • Avlýsingartrygging skal teknast serskilt
Avlýsingartrygging

+ Avlýsingartrygging

  • Tilvalstrygging, verður altíð viðmælt
  • Alt húskið
  • Endurgjald, um ferðin av ávísum orsøkum má avlýsast áðrenn fráferð

Ert tú uttanlands og hevur tørv á hjálp?

Ring so til SOS á tel +45 38 48  91 22, ella send fax +45 70 10 50 56, ella skriva teldupost til sos@sos.eu

Bláa kort
Ferðast

Vert at vita, áðrenn fú fert at ferðast

Les meira her

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Skriva til okkara