DJÓRAtrygging
Ábyrgdartrygging, lívstrygging og sjúkutrygging til tínar fýrbeintu vinir
Húsdjór eru ikki sjálvbjargin, men hava tørv á tær - at tú veitir teimum tryggleika, mat og hita. Aftur fyri fært tú treytaleysan kærleika. Tí fyri tey hevur tú alt at siga.
Okkara fýrbeintu vinir kunnu tó koma illa fyri, gerast sjúkir ella bróta seg sundur. Tí hava vit ment djóratryggingina, so at tú – aftur at ábyrgdartrygging og lívstrygging – eisini kanst tekna sjúkutrygging til djórini.
Við sjúkutryggingini til djór fært tú endurgjald fyri útreiðslur – eitt nú um djórið skal leggjast undir skurð, hava viðgerð í sambandi við sjúkur og skaðar, ella tí tað av øðrum orsøkum má til djóralæknan.
Sjúkutryggingin til djór – einans 130 kr um mánaðin.*
*Fyrivarni: Sjálvsábyrgdin er 1.000 kr. Aftrat upplýsta prísinum kemur eitt flytingargjald á 6 kr. fyri hvørt mánaðargjaldið. Prísurin verður eisini prístalsjavnaður árliga.
Hugsa um djórini
við nýggjari djóratrygging
Hundur
Ábyrgdartrygging til hund
Lógin krevur, at hundaeigarar tekna hundinum eina ábyrgdartrygging. Henda fevnir um skaða á fólk ella ognir hjá øðrum.
Ábyrgdartrygging Lógarkrav
Lívstrygging til hund
Summir hundar kosta meira enn aðrir. Lívstrygging tekur við, um hundurin óvæntað doyr, ella djóralæknin mælir til at avlíva, áðrenn hundurin verður 11 ár.
Hetta fevnir um :
- Tá hundurin doyr av sjúku
- Tá hundurin doyr av vanlukkutilburði
- Um hundurin verður stolin
- Um hundurin verður skaddur undir flutningi í Føroyum
- Um djóralæknin metir, at hundurin má avlívast
- Um hundurin hvørvur og er burtur í meira enn 3 mánaðir
Lívstrygging
Sjúkutrygging til hund
Her fært tú endurgjald fyri djóralæknavitjanir, um hundurin verður yvirkoyrdur, brýtur beinið, fær tannskaða, tumor ella má fáa keisaraskurð. Útreiðslur fyri heilivág í sambandi við sjúku ella skaða telja eisini við. Sjúkutryggingin fevnir um tríggjar skaðar um árið, og endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvønn skaða.
Hetta fevnir um:
- Tá hundurin verður yvirkoyrdur
- Beinbrot
- Krossband- og meniskskaðar
- Knæskel, sum fer úr lið
- Tannskaðar
- Skaðar av álopi frá øðrum hundum
- Keisaraskurð
- Skurð í sambandi við lívmóðurbruna
- Skurð fyri bróstkrabba
- Skurð fyri bløðrustein
- Skurð fyri svullir
- Viðgerð av eygnalokum (entropion og extropion)
- Viðgerð fyri "cherry eye"
- Amputatión av eyga
- Heilivág, sum verður latin á staðnum
Sjúkutrygging
Ross
Lívstrygging til ross
Tú kanst fáa endurgjald, um rossið knappliga doyr, ella djóralæknin mælir til at avlíva tað. Lívstrygging kann teknast, til rossið er 15 ár. Endurgjaldið minkar síðani við árunum og fellir burtur, tá ið rossið er vorðið 21 ár.
Hetta fevnir um :
- Tá rossið doyr av sjúku
- Tá rossið doyr av vanlukkutilburði
- Um rossið verður stolið
- Um rossið verður skatt undir flutningi í Føroyum
- Um djóralæknin metir, at rossið má avlívast
Lívstrygging
Sjúkutrygging til ross
Her fært tú endurgjald fyri djóralæknavitjanir so sum viðgerðir og kanningar, og um rossið fær ávísar skaðar og sjúkur – eitt nú akuttan sárskaða, kolikk ella tannfraktur. Koyriútreiðslur hjá djóralækna og heilivágur telja eisini við. Sjúkutryggingin fevnir um tríggjar skaðar um árið, og endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvønn skaða.
Hetta fevnir um:
- Kanning og viðgerð av rossi hjá djóralækna í Føroyum
- Koyriútreiðslur hjá djóralækna
- Akuttar sárskaðar
- Kolikk
- Tannfraktur
- Heilivág, sum verður latin á staðnum, og sum er neyðugur í sambandi við skaðan ella sjúkuna
Sjúkutrygging
Ketta
Sjúkutrygging til kettu
Nú kanst tú fáa endurgjald fyri djóralæknavitjanir við kettuni, um hon verður yvirkoyrd, fær tannskaða, má fáa keisaraskurð, ella um hon fær svullir, eftir at hava barst við aðrar kettur. Útreiðslur fyri heilivág í sambandi við sjúku ella skaða telja eisini við. Sjúkutryggingin fevnir um tríggjar skaðar um árið, og endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvønn skaða. Tryggingin er galdandi, til kettan er 11 ár, og síðani fellir hon burtur.
Hetta fevnir um:
- Tá kettan verður yvirkoyrd
- Beinbrot
- Tannskaðar
- Keisaraskurð
- Skurð fyri bróstkrabba
- Skurð fyri bløðrustein
- Skurð fyri knyklar
- Viðgerð fyri lívmóðurbruna (Pyometra)
- Viðgerð fyri svullir av álopi frá øðrum kettum
- Heilivág, sum verður latin á staðnum
Sjúkutrygging
Ábyrgdartrygging
Lívstrygging
Sjúkutrygging
Ábyrgdartrygging til hund
Lógin krevur, at hundaeigarar tekna hundinum eina ábyrgdartrygging. Henda fevnir um skaða á fólk ella ognir hjá øðrum.
Lógarkrav
Lívstrygging til hund
Summir hundar kosta meira enn aðrir. Lívstrygging tekur við, um hundurin óvæntað doyr, ella djóralæknin mælir til at avlíva, áðrenn hundurin verður 11 ár.
Hetta fevnir um :
- Tá hundurin doyr av vanlukkutilburði
- Tá hundurin doyr av sjúku
- Um djóralæknin metir, at hundurin má avlívast
- Um hundurin verður skaddur undir flutningi í Føroyum
- Um hundurin hvørvur og er burtur í meira enn 3 mánaðir
Sjúkutrygging til hund
Her fært tú endurgjald fyri djóralæknavitjanir, um hundurin verður yvirkoyrdur, brýtur beinið, fær tannskaða, tumor ella má fáa keisaraskurð. Útreiðslur fyri heilivág í sambandi við sjúku ella skaða telja eisini við. Sjúkutryggingin fevnir um tríggjar skaðar um árið, og endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvønn skaða.
Hetta fevnir um:
- Tá hundurin verður yvirkoyrdur
- Beinbrot
- Krossband- og meniskskaðar
- Knæskel, sum fer úr lið
- Tannskaðar
- Skaðar av álopi frá øðrum hundum
- Keisaraskurð
- Skurð í sambandi við lívmóðurbruna
- Skurð fyri bróstkrabba
- Skurð fyri bløðrustein
- Skurð fyri svullir
- Viðgerð av eygnalokum (entropion og extropion)
- Viðgerð fyri "cherry eye"
- Amputatión av eyga
- Heilivág, sum verður latin á staðnum
Lívstrygging til ross
Tú kanst fáa endurgjald, um rossið knappliga doyr, ella djóralæknin mælir til at avlíva tað. Lívstrygging kann teknast, til rossið er 15 ár. Endurgjaldið minkar síðani við árunum og fellir burtur, tá ið rossið er vorðið 25 ár.
Hetta fevnir um :
- Tá rossið doyr av vanlukkutilburði
- Tá rossið doyr av sjúku
- Um djóralæknin metir, at rossið má avlívast
- Um rossið verður skatt undir flutningi í Føroyum
- Um rossið verður stolið
Sjúkutrygging til ross
Her fært tú endurgjald fyri djóralæknavitjanir so sum viðgerðir og kanningar, og um rossið fær ávísar skaðar og sjúkur – eitt nú akuttan sárskaða, kolikk ella tannfraktur. Koyriútreiðslur hjá djóralækna og heilivágur telja eisini við. Sjúkutryggingin fevnir um tríggjar skaðar um árið, og endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvønn skaða.
Hetta fevnir um:
- Kanning og viðgerð av rossi hjá djóralækna í Føroyum
- Koyriútreiðslur hjá djóralækna
- Akuttar sárskaðar
- Kolikk
- Tannfraktur
- Heilivág, sum verður latin á staðnum, og sum er neyðugur í sambandi við skaðan ella sjúkuna
Sjúkutrygging til kettu
Nú kanst tú fáa endurgjald fyri djóralæknavitjanir við kettuni, um hon verður yvirkoyrd, fær tannskaða, má fáa keisaraskurð, ella um hon fær svullir, eftir at hava barst við aðrar kettur. Útreiðslur fyri heilivág í sambandi við sjúku ella skaða telja eisini við. Sjúkutryggingin fevnir um tríggjar skaðar um árið, og endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvønn skaða. Tryggingin er galdandi, til kettan er 11 ár, og síðani fellir hon burtur.
Hetta fevnir um:
- Tá kettan verður yvirkoyrd
- Beinbrot
- Tannskaðar
- Keisaraskurð
- Skurð fyri bróstkrabba
- Skurð fyri bløðrustein
- Skurð fyri knyklar
- Viðgerð fyri lívmóðurbruna (Pyometra)
- Viðgerð fyri svullir av álopi frá øðrum kettum
- Heilivág, sum verður latin á staðnum
Fyrivarni: Sjálvsábyrgdin er 1.000 kr. Aftrat upplýsta prísinum kemur eitt flytingargjald á 6 kr. fyri hvørt mánaðargjaldið. Prísurin verður eisini prístalsjavnaður árliga.
Vit hjálpa tær fegin
Hevur tú spurningar um Djóratryggingina, ella vilt tú tryggja tíni húsdjór, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.