
Ognarskiftistrygging
Ein ognarskiftistrygging kann verja bæði seljara og keypara ímóti ókendum brekum og skaðum ísv. eina húsasølu.
Um skaðar ella fjald brek vísa seg eftir yvirtøkudagin, sum í stóran mun víkja frá tí, sum er vanligt fyri tilsvarandi hús á sama aldri, so kann ognarskiftistryggingin taka við. Tvs. um talan er um eini eldri hús, verður samanborið við onnur hús í sama aldri.
Tað er avgerandi, at fjalda brekið ikki vísir seg, fyrr enn eftir at húsini eru yvirtikin, og samstundis er tað avgerandi, at brekið er íkomið áðrenn yvirtøkuna. Tað er soleiðis ein treyt, at hvørki seljari ella keypari vistu av skaðanum/brekinum áðrenn yvirtøkuna.
Ognarskiftistrygging kann teknast fyri eitt tíðarskeið á 5 ella 10 ár.
Skalt tú keypa eina ogn? Spyr okkum!
Ein ognarskiftistrygging er kostnaðarmikil, og tí viðmæla vit tær altíð at spyrja teg fyri hjá okkum í góðari tíð áðrenn, tú yvirtekur eina ogn. Soleiðis at vit kunnu tosa um tey viðurskifti, ið eru galdandi fyri ognina.
Tú nýtist einans at skráseta teg niðanfyri, so frættir tú aftur frá okkum.
Tak niður
Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær
Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.