Ferðast

Vinnuferða-trygging

Skal tú arbeiðsørindi ruttanlands? So ber til at tryggja teg við eini vinnuferðatrygging.

Á vinnuferð uttanlands kanst tú koma illa fyri, um okkurt óvæntað hendir. Talan kann t.d. vera um sjúku, vanlukku, stuldur ella álop á ferðini. Eisini kann onkur av tínum nærmastu brádliga gerast sjúkur ella doyggja heima. 

Hevur tú eina vinnuferðatrygging, hjálpa vit tær í slíkum førum.

Um ivamál eru um tryggingina, er tað altíð tryggingarskjalið, sum er galdandi.

 

Ferðatrygging

Ársvinnuferð

Til tín, sum ferðast nógv. Tryggingin fevnir um allar vinnuferðir, sum tú gert í eitt ár. 

Tryggingin kann víðkast til eisini at fevna um tínar frítíðarferðir. Tú kanst eisini tryggja hjúnafelagan/sambúgvan á tíni Ársvinnuferð.

Afturat hesi trygging kanst tú tekna eina Avlýsingartrygging, sum tekur við, um tú av ávísum orsøkum ikki kanst fara á eina bílagda ferð.

Kuffert

Stutt tíðartrygging

Ferðast tú so mikið sjáldan, at tað ikki loysir seg at tekna ársvinnuferðatrygging, kanst tú tekna eina stutttíðartrygging í staðin. 

Set teg í samband við okkum – vit vegleiða tær fegin.

Avlýsingartrygging

Avlýsingartrygging

Um tú av ávísum orsøkum ikki kanst fara ella ikki sleppur avstað á ætlaðu ferðina, er hent at hava eina avlýsingartrygging. Við henni kanst tú fáa endurgjald fyri tað, sum ferðaveitararnir ikki endurrinda, um ferðin verður av ongum.

Ofta settir spurningar

Er vinnuferðatrygging lógarkravd?

Nei, hon er ikki lógarkravd. Men sum arbeiðisgevari er tað skilagott at tryggja tíni starvsfólk, eisini um tey skulu uttanlands. Um skaði skuldi hent á ferðini, kann tað gerast sera kostnaðarmikið, um tú skalt rinda ú regnum lumma.

Eg skal uttanlands við arbeiðnum, skal arbeiðsgevarin tryggja meg?

Nei, arbeiðsgevarin skal ikki tryggja teg. Tað er kortini skilagott – og tí gera flestu arbeiðsgevarar tað, hóast eingin krevur tað av teimum. Skalt tú uttanlands spyr teg fyri á arbeiðsplássinum – og vent tær so til okkara, um tú skalt av landinum í arbeiðsørindum. 

ja takk eg vil fegin hava eitt tilboð

Nær er talan um eina vinnuferð?

Vinnuferð er ein ferð, sum tú gert í sambandi við arbeiðið, starvsvenjing, fyri eitt áhugafelag o.s.fr. Við øðrum orðum ein ferð, ið ikki er ein frítíðarferð.

ja takk eg vil fegin hava eitt tilboð

Eg skal uttanlands at ferðast og nøkur arbeiðsørindir, hvussu skal eg tryggja meg?

Gert tú eina ferð, ið er lutvíst vinnuferð og frítíðarferð, fevnir Vinnuferðatryggingin um teir dagarnar, ið eru vinnuferð. Hevur tú eina Ársferðatrygging hjá okkum, tekur hon við teir dagarnar, ið eru frítíðarferð. Hevur tú onga Ársferðatrygging, set teg so í samband við okkum og vit vegleiða tær um, hvussu tú tryggjar teg á bestan hátt.

ja takk eg vil fegin hava eitt tilboð

 

Tak niður

Vit mæla til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

348 600

Send teldupost