Vit mæla til, at tú kannar hvørjar ferða- og avlýsingartryggingar, tú hevur. 

Ráðgevingin niðanfyri er galdandi fyri ferða- og avlýsingartryggingar frá Betri Trygging.

Ofta settir spurningar, áðrenn eg keypi ferðina

Verðin er býtt upp í fýra økir, grønt, gult, appelsingult og reytt. Myndugleikarnir frámæla ferðing til lond, ið eru reyð - og frámæla óneyðugari ferðing til lond, sum eru appelsingul. Eru lond gul ella grøn, ber til at ferðast til tey. 

Tryggingin fylgir hesum tilmælunum.

 

Tá eg havi keypt ferðina

Tað, tú skal hava í huga, er, at um tú keypir eina ferð til eitt øki, har tað verður frámælt at ferðast til, so tekur tryggingin ikki við, um tú avlýsir vegna koronu. 

Um tað ikki verður frámælt at ferðast til ávísa økið, tá tú keypir ferðaseðilin, men landið so skiftir lit 72 tímar undan fráferð ella minni, ja, so tekur avlýsingartryggingin við. Hav tó í huga, at tryggingin ikki kann viðgera møguliga avlýsing áðrenn tað eru 72 tímar til fráferð. Hetta tí, at støðan broytist so skjótt og so javnan. Fylg við inni á t.d corona.fo og coronasmitte.dk - og set teg somuleiðis í samband við veitaran av ferðini, um tú mást avlýsa.

 

Ofta settir spurningar

Ofta settir spurningar, tá eg eri farin avstað

Tað veldst um, hví tú verður sett/ur í sóttarhald. 

Ert tú blivin sjúk/ur av korona og tí verður sett/ur í sóttarhald, tekur ferðatryggingin við. 

Um tú hinvegin skalt í trygdarsóttarhald við komu til landið - ella um tú hevur verið saman við onkrum sjúkum, og tú tí av trygdarávum skal í sóttarhald, uttan at sjúka er ávíst, fevnir tryggingin ikki. 

Tað avgerðandi er, hvørt tú - ella ein í ferðalagnum - er blivin sjúk/ur. 

Tað er tí av stórum týdningi, at tú kannar landið, sum tú skalt til, áðrenn fráferð, tí tey ymisku londini hava ymisk tilmælir - og ymsar sóttarhaldsreglur.

Aðrir spurningar

 

Minst til at nýta vit og skil - og at halda tilmælini. Halt frástøðu og spritta hendurnar javnan

Tak appina “rejseklar” niður

Kunna teg á:

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Skriva til okkara