Tað er nógv at hugsa um, tá ið vit eiga bil og ferðast í ferðsluni. 

Her hava vit savnað nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst viðlíkahalda bilin, tí trygd og rætt viðlíkahald hanga neyvt saman. Hartil eru góð ráð um, hvussu tú kanst ferðast tryggari í ferðsluni. 

 

Góð ráð um at ferðast trygt í ferðsluni

Dekk um veturin

Tað henda upp ímóti 50% fleiri skaðar í ferðsluni um veturin enn um summarið. Tí mást tú altíð minnast til at kanna dekkini, tá ið veturin nærkast - og skifta tey, um neyðugt.

Akfør skulu altíð vera skødd eftir árstíð og veðri, og tú eigur altíð at koyra eftir umstøðunum. Er kalt í veðrinum, eigur frostløgur eisini at vera á kølaranum.

Foyrurnar í dekkunum skulu vera minst 1,6 mm, men tað verður viðmælt at skifta dekkini, tá foyrurnar eru grynri 3,5 mm. Hetta er galdandi fyri bæði vetrardekk og píkadekk.

Loyvt er at brúka píkadekk frá 16. oktober til og við 30. apríl.

Bilar tyngri enn 3500 kg eiga at hava ketur til taks.

Tryggja tær nøktandi vegatak í mun til førið.

Umstøðurnar kunnu broytast munandi, hægri tú kemur upp. Ansa tí eftir, tá tú til dømis koyrir millum bygdir.

Summardekk

Ikki er loyvt at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er – til dømis við ketum.

Í hesum tíðarskeiði eigur tú at nýta vetrardekk ella píkadekk heldur enn summardekk.

Um hálka er orsøkin til, at ein bilur við summardekkum fær skaða í vetrartíðarskeiðnum, er ikki vist, at tryggingin tekur við. Tí ráða vit tær til at koyra við heilársdekkum ella vetrardekkum frá 16. oktober til 30. apríl.

Píkadekk

Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 15. oktober. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið verða nýtt í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar, tá ið hálka er – eisini uttanfyri vetrartíðarskeiðið. Sama er galdandi fyri bilarnar, sum heimarøktin nýtur.

Ger bilin kláran til veturin

Vilt tú tryggja tær, at bilurin er klárur til veturin, kanst tú fara til vetrareftirlit við honum. Tú kanst eisini kanna bilin har heima: 

  • Kanna viskararnar. Vetrarveðrið við kava og salti krevur nógv av viskarunum. Kanna um gummi er heilt og reinsa tað um neyðugt.
  • Fyll kølara- og sprinklaravætu á bilin. Vætan skal vera frosttrygg.
  • Kanna um nóg mikið av streymi er á battaríunum. Flestu bilar koyra við battaríum, sum eru 50-70 prosent lødd, og orkuførið lækkar, tá kuldin veksur. Vetrarhálvárið krevur samstundis eyka streym til ljós, útlufting, seturhita, vindeygaviskarar o.s.fr.
  • Skift oljuna. Tjúkk motorolja er trek at draga hjá motorinum ein vetrarmorgun.
Vetrardekk uttanlands

Skalt tú uttanlands við bilinum, skalt tú halda teg til galdandi reglurnar um vetrardekk í tí landinum, har tú koyrir. Í Svøríki er tað t.d. lógarkrav at koyra við vetrardekkum, tá tað er kavi, krapi ella ísur á vegnum – eisini fyri húsvognar og viðfestivognar. Í Týsklandi er tað lógarkrav at koyra við vetrardekkum um veturin – men tað er ikki galdandi fyri húsvognar og viðfestivognar.

Skalt tú uttanlands við bili um veturin, er ráðiligt at kanna lóggávuna í teimum londunum, tú skal koyra ígjøgnum.

Gáloysni í ferðsluni

Tá ið tú koyrir, skalt tú hugsavna teg um koyringina og bert um koyringina.

Gáloysni í ferðsluni kann býtast í fýra:

Sjónin – tá bilførarin hyggur burtur frá ferðsluni.

Heilin – tá bilførarin hevur tankarnar aðrastaðni enn í ferðsluni.

Rørslan – tá bilførarin sleppur róðrinum við aðrari ella báðum hondum.

Hoyrnin – tá bilførarin lurtar eftir øðrum enn ferðsluni.

Tess fleiri sansir tú brúkar upp á annað enn at koyra bil, tess vandamiklari.

Góð ráð í samband við gáloysni í ferðsluni

Góð ráð til hvussu tú kanst hugsavna teg um koyringina
  • Stilla útvarpið ella tendra tónleikin, áðrenn tú byrjar at koyra 
  • Ikki leita eftir lutum, sum tú missir niður. Bíða til tú ert komin fram – ella koyr til viks, steðga og leita
  • Um børnini órógva, steðga so og sissa tey, áðrenn tú koyrir víðari 
  • Mást tú lesa ella senda sms, teldupost og tílíkt, koyr tá fyrst til viks og steðga 
  • Koyrir tú við bilførara, ið brúkar handhildna telefon – mótmæl!
Góð ráð um fartelefon í ferðsluni

Brúka ongantíð handhildna telefon, meðan tú koyrir bil.

Mást tú tosa í fartelefon, nýt so eina handfría - og bert til stuttar og einfaldar samrøður, sum ikki eru krevjandi.

Steðga á tryggum staði, um ein samrøða krevur títt uppmerksemi.

Mótmæl, um bilførarin lesur/skrivar sms ella tosar í eina handhildna telefon.

Brúkar tú handhildna fartelefon, meðan tú koyrir bil, kann tað millum annað hava við sær, at: 

  • tú dugir verri at tulka ferðsluna
  • Reaktiónstíðin og steðgilongdin gerast longri
  • Tú kanst missa tamarhaldið á bilinum, og í ringasta føri koyra út av vegnum ella í mótkoyrandi farbreyt
  • Tú mást býta uppmerksemið millum at koyra bil og samrøðuna. Tá fært tú ikki hugsavna teg nógv væl um bilkoyringina og ferðsluna rundan um teg
At eta og drekka í ferðsluni

Um tú etur ella drekkur, meðan tú koyrir bil, kann hetta eisini hava við sær gáloysni. Vanliga mást tú gera klárt við at pakka út ella skrúva proppin av. Tað krevur, at tú sleppur róðrinum og hyggur burtur av vegnum, bæði tá tú gert klárt, og tá ið tú etur ella drekkur. Missir ella stoytir tú niður, gerst tú uppaftur meiri gáloysin.

Betri Biltryggingar

Bilurin skal tryggjast. Møguligt er at tekna ymiskar biltryggingar, so tryggingin hóskar til tørvin hjá tykkum.

Les meira her um okkara biltryggingar

Bilur
Trygging

Verja móti stuldri

  • Lat ikki lykilin liggja í ólæstum akfari

    Um tú letur lykilin liggja í ólæstum bili ella akfari, og bilurin verður stolin og fær skaða, so er lítið sannlíkt, at akfarstryggingin tekur við.
  • Tí er skilagott altíð at læsa akfarið, tá tú parkerar - og lat aldri lyklarnar liggja í akfarinum.

    Eru ivamál hesum viðvíkjandi, um bilurin verður stolin, kunnu kanningar hjá tryggingini staðfesta, um bilurin er settur í gongd við lykli - ella um bilurin er settur í gongd á annan hátt.

Brúka altíð endurskin 

Endurskin bjarga lívinum. Kanningar vísa, at um tú brúkar endurskin ella endurskinsvest, minkar vandin fyri at verða yvirkoyrd/ur við umleið 85%. 

Kanningar vísa eisini, at bilførarar, sum koyra við nærljósi í skýming, ikki síggja fólk til gongu, fyrr enn tey eru 25-40 metrar burturi. Men um tey brúka endurskin, síggjast tey longu, tá bilurin er 130-140 metrar frá.

Hjá Betri Trygging lata vit ókeypis endurskin - og tú ert altíð vælkomin at støkka inn á gólvið.

 

Mín Trygging

Tínar tryggingar á einum stað

Skuldi skaði hent, mæla vit til, at tú brúkar skipanina "Mín Trygging" til at boða frá skaðanum. Tínir fyrimunir eru:

  • Stundislig fráboðan
  • Møguligt at senda myndir við fráboðanini
  • Skaðin verður viðgjørdur beinanvegin
  • Tú fært fráboðanir, tá ið støðan broytist (t.d. tá ið málsviðgerðin byrjar, skaðin er avgreiddur v.m.)
  • Yvirlit yvir tínar tryggingar, skaðar v.m.

Vit eru altíð klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum

348 600

Send teldupost