Í dag hava 80% av øllum heimsins íbúgvum eina snildfon - tað eru fleiri enn talið av menniskjum, ið hava atgongd til eitt wc, og hetta er óivað ein undarligur veruleiki fyri tey flestu.

Vit eru seinasta generatiónin, ið hevur upplivað eitt lív uttan ógvusliga talgila ávirkan. Tað gevur okkum nakrar royndir og eina stóra ábyrgd av at føra hesa vitan og nærveru víðari.

Tað er neyvan nakar, ið nakrantíð hevur sagt: ”Eg hevði ynskt, eg var meira telefonini”. Hin vegin minnast vit allar tær góðu løturnar, tá vit eru saman við øðrum.

Tí mugu vit gerast betri til at sløkkja fyri tí, ið iki hevur týdning fyri okkum, og tendra tað, ið hevur.

 

Heilin er stressaður uttan, at vit varnast tað

Tá ið vit eru á sosialum miðlum ella spæla telduspøl, framleiðir heilin eina rúgvu av stresshormonum og dopamin, ið er "belønningsstoffið" hjá heilanum. Hetta merkir, at heilin hjá okkum er støðugt stresssaður, uttan at vit eru varug við tað. 

Vit føla til dømis ofta, at vit slappa av, tá vit seta okkum á sosialar miðlar - at vit kobla av - men veruleikin er, at heilin verður stressaður øllum tí, vit síggja. 

Er heilin stressaður í for langa tíð, kann hetta merkja ...

Skíggjar oyðileggja svøvnin

Heilin ruddar upp, tá vit sova - vit verða betri til at stýra okkara kenslum og skjótum tankum (tankamyldur), tá vit hava sovið nokk.

Vaksin fólk hava tørv á 7-9 tímar svøvni, og fáa vit ikki tað, riggar heilin ikki optimalt - hvørki í mun til innlæring ella í mun til at stýra, hvussu vit reagera til ynmiskar støður.

Bláa ljósið frá skíggjum mótvirkar framleiðslu av melatonin, og ger tað tí torførari at sovna. Melatonin er stoffið, sum heilin framleiðir fyri, at vit kunnu sovna.

Skift til gult ljós á telefonini
Flestu telefonir hava eina funku, ið ger, at telefonin sjálvvirkandi skiftir yvir til eitt gult ljós um kvøldið - soleiðis, at vit tá kunnu byrja at framleiða melatonin sjálvt, um vit sita á telefonini, og tí verður svøvnurin ikki á sama hátt ávirkaður.

Soleiðis gert tú
Far inn á "indstillinger" --> "Skærm og lysstyrke" --> Trýst á "Night Shift" og vel tíðspunkt. Vanliga tummilsreglan er, at mann setur tað at byrja einar 2 tímar, mann fer í song.

Sosialir miðlar geva okkum FOMO

Á netinum hava vit óendalig val, og síðan við skrolling er óendalig - hetta stressar okkum og gevur okkum kensluna av FOMO (Fear Of Missing Out), tí vit síggja alt tað stuttliga, sum hini gera, ella alt tað lekkra, sum hini hava, meðan vit ikki eru við.

Njót tí løtuna...
...tú ert í - og enn betri, um hon er saman við øðrum og ikki skíggjanum.

Børn hava minni empati í dag


Tá ið børn spæla við onnur børn, læra tey at avlesa kenslur hjá øðrum, læra empati, at brúka sín fantasi, at tosa við onnur og at loysa konfliktir. Tað er eisini skek at spæla við onnur, og tí útloysa tey oxtocin (eydnuhormonið) og føla seg glað.

Børn sita ov nógv á skíggjum
Í dag brúka nógv børn alt for nógva tíð einsamøll saman við skíggjum. Tað er týdningarmikið at finna eina javnvág, so tey kunnu hava tað skek á skíggjanum inn ímillum, men at meginparturin av tíðini er spæl við onnur børn í tí veruliga heiminum.

TikTok-heilar

 Tey flestu hava upplivað, at taðkann vera torført at halda fokus til ein heilan film, at lesa eina bók ella at lurta eftir lærarinum í ein heilan tíma. Hetta er ti, vit eru blivin von við allatíð at blíva undurhildin og órógvað av telefonini.

Adhd líknandi tekin
For
nógv tíð á skíggjum kann fáa okkara heila at uppføra seg á ein hátt, minnir um adhd. Tað kann fáa okkum at blíva distraherað, hava ringt við at planleggja, og vit kunnu gerast rastleys og impulsiv. Okkara heilar eru blivnir vanir við at fáa eina rúgvu av konstantari kunning frá skíggjum - og tað broytir, hvussu vit eru, og hvussu okkara heili uppførir seg.

Heilin tillagar seg konstant
Heldigvís er skaðin av skíggjaovurnýtslu ikki permanentur. Heilin tillagar seg allatíð eftir mongini av dopamin og stresshormonum, vit framleiða - tvs. normalstøðið hjá heimanum broytist allatíð eftir, hvat vit útseta hann fyri. Tað merkir. at um vit t.d. taka 8 vikur uttan skíggjar, so tillagar heilin seg aftur til tað, hann upprunaliga var, og so fara øll hjáárin av skíggjaovurnýtslu.