Vit eru seinasta ættarliðið, ið hevur upplivað eitt lív uttan ógvusliga talgila ávirkan. Tað gevur okkum nakrar royndir og eina stóra ábyrgd av at føra hesar royndir víðari til komandi ættarlið.

80% av øllum heimsins íbúgvum hava í dag eina snildfon- tað eru fleiri enn talið av menniskjum, ið hava atgongd til eitt wc. Hetta tykist óivað sum ein undarligur veruleiki fyri tey flestu.

Tað er neyvan nakar, ið nakrantíð hevur sagt: ”Eg hevði ynskt, eg var meira telefonini”. Hin vegin minnast vit allar tær góðu løturnar, tá vit eru saman við øðrum.

Tí mugu vit gerast betri til at sløkkja tað, ið ikki hevur týdning fyri okkum, og tendra tað, ið hevur. Og eisini gerast betri til at leggja telefonina til viks oftari.

 

Skíggjar oyðileggja svøvnin

Svøvnur er ein sera týdningarmikil grundarsteinur fyri, at okkara heili og kroppur kunnu rigga optimalt. Tá ið vit sova, ruddar heilin  upp og fjernar alt tað, vit ikki hava tørv á. Góður svøvnur gevur:

  • Eitt longri lív
  • Verju móti krími, krabba, demens, blóðtøppi, hjartatilburði og sukursjúku
  • Betri minni og meira kreativitet
  • Ger okkum fysiskt meira tiltrekkjandi
  • Minkar um tørvin at eta og ger tað lættari at føla seg mettan
  • Minkar um vandan fyri at koma í ferðsluóhapp
  • Eru betri til at stýra okkara kenslum og móti tankameldur. Um vit ikki hava sovið nokk, kunnu vit lættliga yvirreagera, og kunnu hava torført við at stýra okkara kenslum og gerast lættari ótólin og føla okkum stressað ella tunglynt.

Vit sova ov lítið
Sjálvt um svøvnur er so týdningarmikil, sova 2/3 av okkum for lítið og næstan helvtin av okkum upplivin svøvntrupulleikar. Bláa ljósið frá skíggjum mótvirkar framleiðslu av melatonin, og ger tað tí torførari at sovna. <read-more> Melatonin er stoffið, sum heilin framleiðir fyri, at vit kunnu sovna. 
91% av føroyingum taka telefonina við í song, og tað ger tað enn verri hjá okkum at sovna. Vaksin fólk hava tørv á 7-9 tímar svøvni.

Kelda: Dr. Imran Rashid

Skift til gult ljós á telefonini
Flestu telefonir hava eina funku (Night Shift), sum ger, at telefonin sjálvvirkandi skiftir til eitt gult ljós um kvøldið - soleiðis at vit tá kunnu framleiða melatonin sjálvt, um vit sita á telefonini, og tí verður svøvnurin ikki á sama hátt ávirkaður.

Soleiðis gert tú
1.Far inn á "indstillinger"
2. Trýst á "Skærm og lysstyrke"
3. Trýst á "Night Shift"
4. Vel tíðspunkt. (vanliga tummilsreglan er, at mann setur tað at byrja einar 2 tímar, mann fer í song.)

<read-more>

SkíggjaSunn - Nærveruvika 44

Foreldur hava ábyrgd

Sum foreldur hava vit eina serliga ábyrgd, tí tað eru vit, sum stýra, hvussu nógv, og hvussu skíggin verður brúktur. Tað er okkara ábyrgd at vera týðilig og eisini at siga nei, tá ið tað krevst. Á sama hátt sum vit hava ein holdning í mun til ov nógv sukur, mugu vit eisini hava ein holdning í mun til ov nógva skíggjanýtslu, tí fylgjurnar av ovurnýtslu av skíggjum eru nógv meira álvarsligar hjá børnum og ungum. Sí brotið um TikTok-heilar omanfyri.

Børn gera, sum foreldrini gera - ikki sum tey siga
Tí er týdningarmikið, at vit foreldur eru góðar fyrimyndir og vísa børnunum, at tað er skek at gera onnur ting vekk frá skíggjunum. Børn læra best við at síggja, hvat foreldrini gera.<read-more>

Tá ið børn spæla, læra tey at samstarva og at skilja onnur børn betri, Tí er tað so týdningarmikið, at børn spæla fysiskt við onnur børn meginpartin av tíðini - eisini tá ið børnini gerast eldri. Foreldur hava ábyrgd av at skapa javnvág, so skíggin verður nýttur á ein sunnan og skynsaman hátt.

Foreldur hava eisini ábyrgd av at tosa við børnini um, hvat tey gera á netinum, og hjálpa teimum við at brúka netið á ein góðan og tryggan hátt. Les meira um ung og trygd á netinum her.

Les meira um skíggjaráð til børn her.<read-more>

Heilin er stressaður uttan, at vit varnast tað

Vit føla ofta, at vit slappa av, tá vit seta okkum á sofuna við sosialum miðlum - at vit kobla av. Men veruleikin er, at heilin verður stressaður øllum tí, vit síggja. 

Heilin framleiðir eina rúgvu av stresshormonum og dopamin, ið er "belønningsstoffið" hjá heilanum, tá vit spæla telduspøl ella eru á sosialum miðlum. Hetta merkir, at heilin hjá okkum er støðugt stresssaður, uttan at vit eru varug við tað. Er heilin stressaður í for langa tíð, kann hetta viðføra:

  • Heilamøði
  • Konsentratiónstrupulleikar
  • At vit hava verri við at at hugsa klárt og taka avgerðir
  • Kensluligt órógv, irritatión og angist.

Stórar fylgjur hjá børnum
Hjá børnum kann tað ávirka menningina og viðføra innlæringstrupulleikar, máltrupulleikar og svøvtrupulleikar.

TikTok-heilar

Tey flestu hava upplivað, at tað kann vera torført at halda fokus til ein heilan film, at lesa eina bók ella at lurta eftir lærarinum í ein heilan tíma. Hetta er ti, vit eru blivin von við allatíð at blíva undurhildin og órógvað av telefonini.

ADHD líknandi tekin
For
nógv tíð á skíggjum kann fáa okkara heila at uppføra seg á ein hátt, minnir um ADHD. Tað kann fáa okkum at blíva distraherað, hava ringt við at planleggja, og vit kunnu gerast rastleys og impulsiv.<read-more>Okkara heilar eru blivnir vanir við at fáa eina rúgvu av konstantari kunning frá skíggjum - og tað broytir, hvussu vit eru, og hvussu okkara heili uppførir seg.

Heilin tillagar seg støðugt
Tíbetur er skaðin av skíggjaovurnýtslu ikki varandi. Heilin tillagar seg støðugt eftir mongini av dopamin og stresshormonum, vit framleiða - tvs. normalstøðið hjá heimanum broytist støðugt eftir, hvat vit útseta hann fyri. Tað merkir. at um vit t.d. taka 8 vikur uttan skíggjar, so tillagar heilin seg aftur til tað, hann upprunaliga var, og so fara øll hjáárin av skíggjaovurnýtslu.
<read-more>

SkíggjaSunn - Nærveruvikan 44

Børn hava minni empati

Tá ið børn spæla við onnur børn, læra tey at avlesa kenslur hjá øðrum, læra empati, at brúka sín fantasi, at tosa við onnur og at loysa konfliktir. Tað er eisini skek at spæla við onnur, og tí útloysa tey oxytocin (eydnuhormon) og føla seg glað.


Børn sita ov nógv á skíggjum
Í dag brúka nógv børn alt for nógva tíð einsamøll saman við skíggjum. Tað er týdningarmikið at finna eina javnvág, so tey kunnu hava tað skek á skíggjanum inn ímillum, men at meginparturin av tíðini er spæl við onnur børn í tí veruliga heiminum. Hetta kunnu vit foreldur hjálpa og stuðla við - og vera góðar fyrimyndir.

SkíggjaSunn

Týdningarmikið at vera fysiskt saman við øðrum

Vit hava enn sama grundleggjandi tørv á at vera fysiskt saman við øðrum, sum vit høvdu fyri 100 árum síðani, fyri at kunna vera glað og sunn.

Uttan menniskjaligt samband, gerast vit sjúk og einsom, tí vit hava tørv á kenslunum, sum vit geva og fáa frá hvørjum øðrum - og ikki bara av myndum av hvørjum øðrum. Fyri at hava tað gott er soleiðis týdningarmikið at verða saman við vinum og familju í tí veruliga heiminum og ikki bara talgilt. Tá ið vit eru saman við øðrum í talgilda heiminum, føla vit, at vit eru saman, men kroppurin fær ikki nøktað tørvin, sum hann hevur á at vera saman fysiskt við øðrum menniskjum, ið geva okkum tryggleika og oxytocin (eydnuhormon).


Børn
At vera fysiskt saman við øðrum børnum og gera stuttlig og gevandi ting saman er gott fyri tey - tað fær tey at føla seg glaðan og tryggan. Teirra kroppur hevur eisini fysiskan tørv á at vera saman við vinum og familju, so tey kunnu læra at tosa saman og at spæla saman uttan skíggjar, soleiðis at tey m.a. læra empati, hvussu mann er ein góður vinur, og hvussu tey loysa ósemjur. 

Nærveruvika 44

Heilin tillagar seg støðugt

Tíbetur er skaðin av skíggjaovurnýtslu ikki varandi. Heilin tillagar seg støðugt eftir mongini av dopamin og stresshormonum, vit framleiða - tvs. normalstøðið í heilanum broytist støðugt eftir, hvat vit útseta hann fyri. Tað merkir. at um vit t.d. taka 8 vikur uttan skíggjar, so tillagar heilin seg aftur til tað, hann upprunaliga var áðrenn skíggjar, og so fara øll hjáárin av skíggjaovurnýtslu.<read-more>

Dømi
Um vit støðugt fáa eina sera høga mongd av dopamin, sum vit fáa frá ógvusligum telduspølum ella sosialum miðlum, so tillagar heilin seg til, at tað støðið er miðal. Um vit so t.d. hyggja at einum filmi ella bara eru saman við vinfólki, so fáa vit ikki nokk av dopamin frá hesum til, at heilin verður nøgdur - tvs. vit keða okkum, sjálvt í meðan vit hyggja at filminum ella eru saman við vinunum.<read-more>

Sosialir miðlar geva okkum FOMO

Á netinum hava vit óendaliga nógv val, og síðurnar við skrolling hava ongan enda - hetta stressar okkum og gevur okkum kensluna av FOMO (Fear Of Missing Out), tí vit síggja alt tað stuttliga, sum hini gera, ella alt tað lekkra, sum hini hava, meðan vit ikki eru við.

FOMO fær okkum at hugsa um, hvat vit kundu havt gjørt í staðin fyri tað, sum vit gera beint nú. Tað kann gera tað torfort at gleðast um tað, sum vit hava, og tað, ið vit gera. Tí er umráðandi, at vit minna okkum sjálvi á, at vit ikki kunnu gera alt í senn og at njóta løtuna, vit eru í. 

SkíggjaSunn - Nærveruvikan 44

Steðga tankaleysari skrolling við one sec-appini

One sec er ein app, ið tvingar teg at steðga á og hugsa teg um - áðrenn tú verður sogin inn í endaleysa heimin, ið er sniðgivin til at rúnbinda teg í tímavís.

One sec sparir í miðal brúkarum 1 tíma dagliga
Tú velur sjálv/ur, hvørjar appir, tú vilt knýta one sec til, soleiðis at tað bara eru tær appirnar, tú følir teg vanabundnan av og ynskir at brúka minni. Sí vegleiðn til, hvussu tú setur appina upp, her.

Appin kostar 99 kr. um árið og kann takast niður her:

One sec appin - SkíggjaSunn

Vit gerast vanabundin við lumpisligum snildum

Tøknifyritøkurnar vita júst, hvat okkum dámar, og hvat fær okkum at gerast vanabundin. Tær hava ment algoritmur, ið støðugt fylgja við okkara atburði á netinum - og jú meira, vit eru á netinum, jú betri duga algoritmurnar at raka okkum.

  • 10 likes - so kunnu algoritmurnar betri lýsa teg enn ein starvsfelagi kann.
  • 70 likes - so kunnu algoritmurnar betri lýsa teg enn ein tættur vinur kann.
  • 300 likes  - so kunnu algoritmurnar betri lýsa teg enn tín maki kann. <read-more>

Ein algoritma
er ein uppskrift, sum fortelur telduni, hvat tær dámar, so hon kann vísa tær meira av tí sama. Jú meira kunning (dátur), tú gevur telduni, sum t.d. við at dáma okkurt á sosialum miðlum, so fortelur tú telduni, hvat tær dámar. Teldan lærir allatíð, og at enda veit hon akkurát, hvat hon skal vísa tær fyri at fáa teg at verða so leingi á miðlunum sum gjørligt.

<read-more>

Snildfon-nakkar

Tey flestu av okkum brúka fleiri tímar dagliga við at hyggja niður í telefonin ella paddin. Tað kann tykjast "harmleyst", men yvir longri tíð kann tað geva tað, ið verður kallað "snildfon-nakki" - eitt slag av sprongdarskaða. 

Børn og ung hava í dag verri kropsholdning orsakað av skíggjum enn, tey høvdu fyrr.<read-more>

Tá ið tú boyggir høvdið framyvir fyri at hyggja niður í skíggjan, "belastar" tú nakkan meira, enn tú óivað heldur.

  • Eitt høvd vigar í miðal 4-6 kilo.
  • Men tá ið tú hyggur niður eftir, kann vektin følast sum 20 kilo fyri nakkan.
  • Yvir longri tíð kann hetta geva pínu, stirvni og í ringasta føri slit á vøddar og lið.<read-more>
SkíggjaSunn

Information overload

Ímynda tær, at tín heili er sum ein postkassi, har tú fært brøv hvønn dag. Brøvini eru tað, vit læra og uppliva hvønn dag. Ímynda tær so, at fólk byrja at koyra túsundtals brøv í postkassan hvønn dag. Tað hevði verið torført at funnið tey røttu brøvini, og tú hevði følt teg stressaðan av at hava so nógv brøv, sum tú skuldi lesa.<read-more>Í talgilda heiminum fáa vit eina rúgvu av kunning nógva staðni frá so sum sosialar miðlar, teldupostar, boð tíðindi o.a. Tað tykist sum, at vit fáa for nógv brøv, og hetta kallast fyri information overload. Tá ið vit fáa ov nógva kunning, kunnu vit gerast móð, og tað kann gera tað torført at taka avgerðir. Vit skulu taka avgerðir hvønn dag - stórar og smáar. Men tá ið vit eru yvirdýkt av kunning, kann tað verða torført at hugsa klárt og vita, hvat er tað rætta.

Minnast til at leggja oftari til viks
Skíggjarnir eru gjørdir soleiðis, at teir vita, hvat okkum dámar, og vísa okkum tí tað, ið fær okkum at vera longri á skíggjunum. Vit mugu tí minnast til at leggja skíggjan oftari til viks og leggja í tað, sum hevur týdning fyri okkum.

Les meira um algoritumur omanfyri.

<read-more>