Frá 1. november 2025 fara kundar okkara at rinda sínar tryggingar fyrst í mánaðinum heldur enn 10. í mánaðinum.

Hjá Betri Trygging hava flestu kundarnir sjálvvirkandi gjaldsskipan og merkja tískil ikki hesa tillagingina.

Rindar tú tínar tryggingar mánaðarliga, fært tú betri yvirlit yvir tína fíggjarstøðu frá fyrst í hvørjum mánað.

Tú fært rokningina í góðari tíð, áðrenn hon fellur til gjaldingar.

Hetta hendur sjálvvirkandi, og tú skal tí einki gera.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á tlf. 348 600.