Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna fríggjadagin 10. apríl kl. 17.00 á Hotel Brandan
Dagsskrá
1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt
3. Val av nevndarlimum
4. Val av grannskoðarum
5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera
a. Uppskot um at broyta reglugerð fyri Betri Stuðul, so at latið verður nevndarlimum samsýning fyri virki sítt.
Í seinasta lagi 14 dagar frammanundan aðalfundinum verða dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.
Mál á skránni kunnu samtykkjast við vanligum atkvøðumeiriluta, tó soleiðis, at í minsta lagi helmingurin av umboðsfólkunum eru til staðar smb. § 21 stk. 1 í viðtøkunum. Til at samtykkja viðtøkur, ið miðja ímóti broytingum av viðtøkum felagsins, krevst tó, at í minsta lagi ¾ av umboðsfólkunum eru umboðaði, og má viðtøkan vera samtykt við ¾ av greiddum atkvøðum.
Aðalfundurin verður stýrdur av einum av nevndini valdum fundarstjóra.
Allir tryggingartakarar í Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, eru limir í felagnum. Allir limir hava rætt til at møta á aðalfundinum og taka orðið, men hava ikki atkvøðurætt. Atkvøðurætt hava limirnir í Umboðsráðnum.
Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu í seinasta lagi 2 dagar frammanundan aðalfundinum skrivliga boða frá luttøku á betri@betri.fo
Tórshavn, 26. mars 2026
Nevndin
