Betri Banki hækkar renturnar

Danski Tjóðbankin hækkaði 12. juni leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini hækkar renturnar.

Fyri privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Broytingarnar koma í gildi tann 15. august 2026.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur.