Bústaðarprísirnir kvinka uppeftir
Hóast útlánsrentan hækkaði í 2022 og 2023, eru miðal bústaðarprísirnir í dag hægri enn í 2022. Vanliga fella bústaðarprísirnir, tá útlánsrentan hækkar, og fólk hava færri pengar um hendi. Men tað vísir seg, at hóast útlánsrentan er hækkað, kvinka prísirnir framhaldandi uppeftir. Gongdin bendir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis er munandi hægri enn útboðið.
Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4 mió. krónur. Tað er ein hækking á 6% samanborið við árið í fjør, tá miðalprísurin var 3,8 mió. krónur.
Miðalprísurin fyri eini sethús aðrastaðni í Føroyum var 2,1 mió. krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 2 mió. krónur fyri árið í fjør. Tað er ein hækking á 5%.
“Eftirspurningurin eftir bústøðum er vaksandi og er framvegis munandi hægri enn útboðið – bæði eftir íbúðum, nýggjum og eldri húsum. Vit hava selt munandi fleiri ognir higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.