Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar
Í septembur hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna. Hesuferð varð rentan hækkað við 0,25% stigum.
Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.
Fyri privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25% stigum.
Samstundis hækka innlánsrenturnar hjá privat- og vinnukundum við upp til 0,50% stigum.
Broytingarnar koma í gildi 1. desembur 2023.
Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur