Netálopstrygging

Nýggj trygging fyri álop á netinum

Betri Trygging er fyrsta tryggingarfelag í Føroyum, ið bjóðar sær til at tryggja fyritøkur fyri álop á netinum.

Tænastan er sprottin úr øktum vanda fyri teldusníkum og virusum, nú vinnuliga virksemið í støðugt størri mun verður flutt yvir í talgilda heimin

 

Tíðindaskriv

Tryggingin er ætlað vinnukundum og fyritøkum, sum mangan verða sera hart rakt, tá ið tey eru fyri álopi á netinum – antin tí at virksemið heilt heldur uppat ella tí tað verður munandi skert. Fleiri virki eru, sum ikki kunnu virka, um skipanir, heimasíður o.s.fr. brádliga gerast óvirknar av einum álopi.

Fyri at veita hesa týðandi tænastuna, samstarvar Betri Trygging við stóra tryggingarfelagið, Chubb, ið hevur sergrein innan álop á netinum.

Tryggingin fyri álop á netinum verður ein samlað heildarloysn við seks ymsum dekningum – sum eitt nú fevnir um rakstrartap og ymsar endurgjaldsskyldur, um t.d. viðkvæmir persónsupplýsingar verða stolnir úr skipanini.

Hartil fáa tey, ið hava eina trygging fyri álop á netinum, atgongd til altjóða átaksliðið av telduserfrøðingum, ið er til reiðar at hjálpa alt døgnið, allar dagar í árinum, um so er, at fyritøkan verður álopin. Hetta tryggjar skjóta hjálp, ið er avgerðandi, fyri at avmarka skaðan í størst møguligan mun.

Til ber at lesa meira um nýggju tryggingina her