5. element

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

Í farnu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna. Hesuferð er rentan hækkað við 0,25%.

Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 15. august.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur