5. element

1.000 krónuseðlar ganga út 31. mai 2025

Danski Tjóðbankin hevur gjørt av, at danskir 1.000 krónuseðlar ikki kunnu brúkast eftir 31. mai 2025.

Okkum kunnugt er avgerð ikki enn tikin um, um hetta eisini verður galdandi fyri føroyskar 1.000 krónuseðlar.

Um tú ætlar at seta 1.000 krónuseðlar inn á konto í bankanum, skal hetta gerast áðrenn 31. mai 2025.

 

Gev gætur, at hvítvaskreglurnar áleggja tær at skjalprógva, hvaðani pengarnir, ið skulu setast inn, stava frá. Kanst tú ikki tað, kann bankin nokta at seta peningin inn á tína kontu.

 

Inntil 31. mai 2025 kunnu 1.000 krónuseðlar nýtast at gjalda við sum vanligt.

Tjóðbankin hevur eisini tikið avgerð um at avtaka allar seðlarøðir eldri enn 2009. Les meira um hetta á Tjóðbankans heimasíðu her.